Við jøvnum millumbilum vaksa lottovinningarnir seg rættiliga stórar, og sjálvt um talan er um vinningar í USA ella Europa, so kunnu føroyingar eisini spæla við. Amerikanska lottospælið, MegaMillions, sum verður drigið klokkan 04 føroyska tíð mikudagin, hevur ein fyrstavinning upp á heilar 290 milliónir dollarar, og tað svarar til 1.623 milliardir krónur.
MegaMillions verður drigið tvær ferðir um vikuna, mikudagar og leygardagar. Tað er júst tað sama, sum hitt stóra amerikanska lottospælið, PowerBall. Og tað er serliga hetta seinna, sum ofta veksur seg stórt.
Fyri einum mánað síðani vann onkur heppin spælari 1,325 milliardir í italska SuperEnalotto, og í mun til tey amerikansku lottospølini fær vinnarin í europeisku spølunum allan vinningin útgoldnan.
Í USA eru reglurnar so, at um tú vilt hava allan vinningin útgoldnan, mást tú velja at fáa hann útgoldnan í 30 ratum yvir 29 ár. Vilt tú hava eina samlaða upphædd útgoldna í einum, verða umleið 35% drigin frá í skattum og avgjøldum.
Tað ber sum sagt til hjá føroyingum at spæla við á netinum, og tað gerst eitt nú á leinkjuni www.wintrillions.com