Ákærin kravdi 30 daga treytaleysa fongstulsrevsing, meðan verjin kravdi frídøming. Dómarin legði til grundar fyri úrskurðinum, at Predrag Prsic varð provokeraður, tá hendingin fór fram, og at hetta linkaði dómin. Hinvegin varð stafðest, at ein nevi í sjálvum sær kemur undir harðskap, og varð talan tí ikki um frídøming.
Eisini legði dómrin dent á, at talan ikki gjørdist um at døma hefti. Hetta hevði borið við sær, at Predrag Prsic varð burturvístur úr Føroyum og hevði fingið innferðarbann. Og tað var ein revsing, sum dómarin helt als ikki stóð mát við brotið.










