1.400 tons av pappíri

Rusk: Móttøkan av pappíri til endurvinning vaks munandi í fjør, vísir ein uppgerð frá IRF.

Mesti vøksturin kom av, at Tórshavnar Kommuna eisini fór skipa fyri innsavning av pappíri til endurvinning. Samlaði útflutningurin av pappíri og pappi var góð 1.400 tons í 2004. Sama ár vóru góð 3.700 tons av jarni og metali flutt til Jarnmóttøkuplássið hjá Tórshavnar Kommunu.
IRF fór í holt við innsavning av pappíri og pappi frá húskjum og virkjum miðskeiðis í 2001, og fyrst í 2004 byrjaði Tórshavnar Kommuna at savna pappír inn frá húskjum.
IRF og Tórshavnar Kommuna hava gjørt avtalu um, at IRF tekur ímóti pappíri og pappi frá Tórshavnar Kommunu. Hetta hevði við sær, at nøgdin av móttiknum pappíri serliga frá húsarhaldum øktist úr góðum 2.600 rúmmetrum í 2003 til slakar 4.900 rúmmetrar í 2004.
Tórshavnar Kommuna byrjaði ikki skipaða innsavning av pappi frá virkjum fyrrenn í fjør. Móttikna nøgdin av pappi øktist tí lutfalsliga minni, frá sløkum 9.600 rúmmmetrum í 2003 til góðar 13.000 rúmmetrar í 2004.
IRF útflutti harvið góð 1.400 tons av pappíri og pappi í 2004 og var hetta ein vøkstur uppá góð 57% í mun til 2003.
- Søluprísurin fyri pappír og papp í 2004 javnvigaði við flutningskostnaðin av landinum, sigur IRF.