Føroyingar kunnu seta kross við leygardagin 9. august. Tann dagin skal bretska liðið í 4 x 200 metrar frí svimja sína fyrstu kapping við olympisku summarleikirnar í Beijing. David Carry, sum er partur av bretska liðnum er av føroyskari ætt. Omma hansara eitur Hasla Elder fødd Josephsen úr Klaksvík, og hevur Hasla búð í Aberdeen í meir enn eina hálva øld. Mamma David eitur Jean, og er David soleiðis 1/4 føroyingur. David er Commonwealth meistari í 400 metrar frí, og í 400 metrar einstaklinga medley. David vann silvur í evropameistaraskapinum í 2006 í 4 x 200 metrar frí, og silvur til HM í 2008. Júst greinin, sum hann skal taka lut í til OL í Beijing. David er 26 ára gamal, og er 185 cm.