1.370 íleggjarar keyptu part í Atlantsflogi fyri 89,1 mió. krónur, nú ein triðingur av felagnum varð seldur Øll partabrøvini í Atlantsflogi, sum vórðu til sølu hesaferð, blivu seld frá 19. novembur til í gjár. Endaliga prísásetingin er 261,00 krónur fyri partabrævið, og tað svarar til hægsta møguliga kursin í útboðstíðini.
155.250 partabrøv vórðu framman undan sett av til stórar íleggjarar, tað sama til smáar íleggjarar og 31.050 partabrøv til starvsfólkið í Atlantsflogi, men eftirspurningurin hjá teimum stóru keyparunum var nógv størri enn hjá teimum smáu. Smáir íleggjarar og starvsfólkið fingu tey partabrøv, tey settu seg fyri.
Hóast sølan ikki varð marknaðarførd uttanlands, eru útlendskir íleggjarar at finna bæði millum stóru og smáu íleggjararnar.
Kelda: Kringvarpið