Í dag bleiv Úrvalsstuðulin latin til føroysk ítróttafólk fyri 2019. Tey, sum fingu stuðul í ár, íðka svimjing, súkkling, fimleik, triathlon og frælsan ítrótt.
Stuðulin, ið verður latin, kann verða nýttur til kappingar, venjingarlegur og fysioterapeut. Stuðulin kann eisini nýtast til annað virksemi hjá ítróttarfólkinum, sum serbambandið ikki vanliga luttekur í.
Íðkarar kunnu fáa stuðul eftir bólki 1, 2 ella 3. Einki føroyskt ítróttarfólk lýkur krøvini til bólk 1, sum telur heimselituna, men fleiri hava fingið í bólki 2 og 3, har talan er um góð avrik til NJM ella ungdómsítrótt.
Hesi verða stuðlað:
Astrið Nanly Breckmann Bólkur 3 Fimleikur 50.000 kr.
Rebekka Ingadóttir Rein Bólkur 3 Fimleikur 50.000 kr.
Kastarakvinnur Bólkur 3 Frælsur ítróttur 50.000 kr.
Tórur Mortensen Bólkur 2 Frælsur ítróttur 136.000 kr.
15 úrvalssvimjarar Bólkur 3 Svimjing 50.000 kr.
Óli MortensenBólkur 2 Svimjing 163.367 kr.
Signhild D. Joensen Bólkur 2 Svimjing 189.000 kr.
Alvi Hjelm Bólkur 2 Svimjing 140.386 kr.
Vár E. Eidesgaard Bólkur 2 Svimjing 124.000 kr.
Rókur Trygvason Bólkur 2 Svimjing 59.000 kr
Torkil Weyhe Bólkur 2 Súkkling 117.000 kr.
Hávard Vatnhamar Bólkur 2 Triathlon 156.000 kr.