1.200 metrar av vegabreyt lidnir í Eysturoyartunlinum

og hildið verður áfram við at spreingja tann fyrsta pumpubrunnin

Í farnu viku vóru í alt 63 metrar sprongdir í Eysturoyartunlinum, ið skal knýta høvuðsstaðin og Skálafjørðin nærri saman. Umframt tað er annað arbeiði gjørt. Tað skrivar tunnilsfelagið á Facebook. 

 

 

Á Hvítanesi vórðu sprongdir 29 metrar og í alt eru nú sprongdir 1.891 metrar har. Eisini blivu teir lidnir við teir næstu umleið 500 metrarnar av vegabreytini inni í tunlinum, so at nú eru 1.200 metrar av vegabreyt gjørdir.

 

 

Frá rundkoyringini í móti Hvítanesi vóru sprongdir 38 metrar. Har eru í alt sprongdir 234 metrar. Móti Rókini hildu teir á við at spreingja tann fyrsta pumpubrunnin Eysturoyarmegin. Orsaka av hesum, er einki av sjálvum tunlinum sprongt. Móti Rókini eru tí framvegis sprongdir 185 metrar