Í kvøld verður høvi at síggja ein brellbita úr føroyska mat-konseptinum »Enter The Kitchen«, sum fyri fyrstu ferð verður víst í sjónvarpi.
Tað er ETK-Films vid Gudmundi Helmsdal og Branduri Patursson, sum í nøkur ár hava ment konseptið, ið gongur fyri seg í einum føroyskum parallell-heimi, har føroysk og eysturlendsk mentan og matmentan renna saman. Brandur er høvuðspersónur í sendingini, har hann eisini verður umrøddur sum Kung-Fu kokkurin.
Í november í fjør samskipaði Rúna Ingunardóttir ein part av »Herman and Martijn: Op De Proef Gesteld« (Herman og Martijn royna seg) fyri hollendska framleiðslufelagið Wise Monkeys.
Hetta er ein stuttlig og ævintýrakend sending um matgerð, har Herman og Martijn, sum heitið sipar til, skulu standa sína roynd og avbjóðast á ymsan hátt. Kokkurin Herman den Blijker eigur fleiri víðagitnar matstovur meðan Martijn Krabbé er kendasti sjónvarpsvertur í Hollandi. Harumframt er han sonur navnframa sjónleikaran Jeroen Krabbé, sum m.a. er kendur frá The Fugitive við Harrison Ford.
Ein av mongu avbjóðingunum hjá teimum báðum var at skjóta harur saman við føroyska Kung-Fu kokkinum. Hvussu tað spældi av, sleppa vit at síggja í kvøld.
Frumsýningin av føroyska partinum av »Herman and Martijn: Op De Proef Gesteld« verður víst á sjónvarpsrásini RTL 4 í Hollandi í kvøld klokkan 21:30 føroyska tíð. Sendingin kann síggjast á heimasíðuni rtlxl.nl <http://rtlxl.nl> eftir frumsýningina. Sendingin ikki verður tekstað, tískil gongur tað mesta fyri seg á hollendskum.
Leinkja til sendingina ER HER