1/2 maraton: Valborg vann gull

Valborg Heinesen var fyrst um málstrikuna, tá hálvmaraton hjá kvinnum bleiv runnið á Bermuda í gjárkvøldið. Sostatt tryggjaði hon Føroyum sítt 10 gullmerki á oyggjaleikunum.

 

Tíðin hjá Valborg var 1.25.37, ein góðan minutt skjótari enn Gail Griffiths frá Isle of Man (1.26.40), sum fekk silvur. Bronsuna fekk landskvinna hennara Hannah Howard í tíðini 1.29.22.

 

Valborg Heinesen hevur veruliga gjørt um seg á sínum fyrstu oyggjaleikum. Fyri nøkrum døgum síðani vann hon eisini gull á 10.000 metrum.

 

Hin føroyski hálvmaratonrennarin, Marnar Djurhuus, kom ikki á mál hesaferð. Hann var noyddur at gevast, tá hann hevði runnið seks kilometrar, men samanumtikið hevur tað tó hilnast væl hjá Marnar, sum hevur vunnið bronsu á bæði 5.000 og 10.000 mertrum, har kappingini er beinhørð.

 

Kevin Loundes frá Isle og Man vann 1/2 maraton hjá monnum við tíðini 1.14.38.

 

Føroyar hava 10 gull, 12 silvur og 14 bronsu og enda á einum 7.plássi. Isle of Man er ovast á heiðursmerkjalistanum við 36 gull-, 36 silvur- og 25 bronsumerkjum.