1.181 sjómenn rændir í fjør

Ein uppgerð hjá felagsskapinum International Maritime Bureau vísir, at somaliskir og aðrir sjórænarar tóku ikki færri enn 1.181 sjómenn gíslar í fjør, og tað er tað mesta nakrantíð. Nú um ársskiftið vóru 638 sjómenn gíslar hjá sjórænarum.

Sjórænararnir rændu 53 skip og manningar í fjør, og í 49 førum var talan um skip, sum blivu rænd nærhendis strondini í Somalia. Samanumtikið skipaðu somaliskir sjórænarar fyri 85 prosentum av gíslatøkunum í 2010.

International Maritime Bureau sigur, at átta sjómenn doyðu í sambandi við sjórán í fjør.