Alt summarið hevur verið tosað um, at Real Madrid hevði ætlanir um at keypa EM-toppskjúttan, Davic Villa, úr Valencia. Boðini úr Valencia hava støðugt verið, at spælarin ikki er til sølu, men nú hevur forsetin í Valencia, Vicente Soriano, boðað frá, hvat spælarin kostar. – Sambært klausulinum í sáttmála hansara, so skal ein møguligur keypari leggja 1,15 milliardir krónur á borðið. So kunnu vit tosa um ein møguligan handil, sigur Soriano.









