Í dag, mikudagin, verður afturvendandi 1-1-2 dagurin hildin fyri forskúlabørnunum og elstu barnagarðsbørnunum í Tórshavnar Kommunu. Dagurin verður á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Gundadali, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.
Tað eru Sjúkraflutningstænastan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tórshavnar Sløkkilið, Tórshavnar Kommuna, SSP Ráðgevingin, og løgreglan, sum skipa fyri, og endamálið er, at øll barnagarðs- og forskúlabørnini, sum fara í 1. flokk í summar, fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja á 1-1-2, á alarmsentralin, tá ið á stendur.
Løgreglan sigur, at sostatt er tiltakið ein liður í tí fyribyrgjandi arbeiðnum, sum øll fyriskipararnir eisini taka sær av.
Løgreglan sigur, at eini 400 børn og vaksin vera við, og har verður nógv verður at hoyra og síggja hjá børnunum, bæði stór og smá neyðsendarakfør, politihundar og tónleikur.