07 Vestur átti yngsta leikaran

Og EB/Streymur átti elsta leikaran sum spældi í Effo-deildini í 2017

07 Vestur átti yngsta spælaran í Effo-deildini í 2017, meðan EB/Streymur átti tann elsta. Tað vísa hagtøl, sum føroyska fótbóltsheimasíðan www.faroesoccer.com hevur skrásett eftir hetta kappingarárið.

 

Asbjørn Heðinsson hjá 07 Vestur, ið einans er 16 ára gamal, var yngsti leikari sum spældi í Effo-deildini í 2017. Asbjørn Heðinsson, ið er føddur tann 19-12-2000, og altso seinni í ár fyllir 17 ár, spældi heili 16 dystir og samanlagt 512 minuttir fyri 07 Vestur í Effo-deildini hetta kappingarárið.

 

Næstyngsti leikarin í Effo-deildini aftaná Asbjørn Heðinsson hjá 07 Vestur, var TB leikarin, Stefan Radosavljevic, sum í september fylti 17 ár. Hann spældi samanlagt heili 22 dystir í Effo-deildini í 2017.

 

Elsti leikarin í Effo-deildini var Sjúrður Jacobsen í EB/Streymi. Sjúrður Jacobsen, sum í ár spældi sítt seinasta kappingarár í bestu føroysku deildini, fylti í august mánað heili 41 ár. Hann er føddur í 1976. 

 

Til stuttleikar kann nevnast at Sjúrður Jacobsen longu hevði spælt fimm ár í bestu føroysku deildini, tá Asbjørn Heðinsson og Stefan Radosavljevic vóru føddir.