07 Vestur tók ikki av í fyrra hálvleiki

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Pauli Poulsen iðrar seg um, at hansara menn ikki tóku av møguleikunum í fyrra hálvleiki

07 Vestur er framvegis aftast í Betrideildini við bert einum stigi. Tað er veruleiki aftaná 0-3 tapið ímóti HB á ovara vølli í Gundadali í Havn í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Paula Poulsen á Rás2 aftaná dystin ímóti HB.

 

Pauli Poulsen staðfestir, at gongdin var góð í fyrra hálvleiki tá 07 Vestur hevði tríggjar góðar málmøguleikar, men teir tóku ikki av.

 

Hinvegin staðfestir Pauli Poulsen eisini, at gongdin var minni góð í seinna hálvleiki tá liðið fall ov langt aftur og lat trý mál inn.

 

Pauli Poulsen heldur, at glottar eru á veg. Ken Fagerberg kann skjótt spæla við fullari styrki aftur, og Jón Krosslá Poulsen fer skjótt at verða skaðafríur aftur.

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av teimum trimum málunum hjá HB, og samrøðan Tróndur hevði við høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson hoyrast HER