- Spurningurin í míni verð er, hvør vinnur seinnu hálvu. Vit hava ikki vunnið fyrru hálvu, og tað er nú umráðandi, at vit standa okkum væl eftir summarsteðgin.
Soleiðis sigur Eivin Jacobsen, nevndarformaður í 07 Vestur, við Vágaportalin í dag. Hann staðfestir, at felagið ætlar at fáa tríggjar serbar afturat núverandi leikarahópinum. Og tað verður, sambært Eivin Jacobsen, eingin broyting í venjaratoyminum.
- Vit hava álit á Piotr Krakowski og stuðla honum framvegis, sigur nevndarformaðurin.