Tað er ikki gott lag í NSÍ leguni í Runavík í kvøld, og teir í 07 Vestur eru ovurfegnir. Í góðveðrinum í kvøld hevur 07 Vestur fyri aðru ferð í ár vunnið við einum máli ímóti NSÍ. Fyrra ferðin var við 3-2 sigri á heimavølli í vár.
Einasta málið varð skorað 18 minuttir undan leikloki. Málskjútti var Jasper Van Der Heyden eftir ikki serliga sannførandi verjuspæl.
NSÍ royndi fram ímóti dystarenda at spenna álopsbogan, men tað varð ongantíð heilt vandamikið frammanfyri Ara í Haraldstovu Petersen, sum nú er málverji hjá vágaliðnum.
-Tað sást, at hetta var fyrsti dystur eftir summarsteðgin, men vit eru sera væl nøgdir við hugburðin og avrikið. Tað eydnaðist at halda teimum frá at vinna upplagdar málmøguleikar. Málið hjá okkum var kanska eitt sindur heppið, men tað telur, og nú fegnast vit um, at vit hava vunnið 18 stig og eru bara trý stig frá fimta plássi. Tað er sera hugaligt, sigur 07 Vestur miðverjin Martin Tausen við Petur Asbjørn Lervig í FM1.
NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen er vónbrotin, nú tað á heimavølli ímóti einum av teimum liðunum, sum tað verður roknað við, at NSÍ eigur at vinna ímóti, endaði við 1-0 tapi. Sámal Erik Hentze er nýggjur maður á NSÍ beinkinum, og á liðnum vóru tríggir nýggir millum teir fyrstu ellivu, og ein nýggjur varð skiftur inn í seinna hálvleiki.
Næsti dystur hjá NSÍ verður á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tað verður sunnudagin 7. august. Næsti dystur hjá 07 Vestur verður leygardagin 6. august á útivølli ímóti Víkingi.
-
NSÍ – 07 Vestur 0-1 (0-0)
0-1: Jasper Van Der Heyden
Dómari: Eiler Rasmussen