TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við 20 ára gamla liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen, ið saman við liðfeløgunum tapti greitt 0-3 á heimavølli ímóti B36 á Dungasandi vesturi í Sørvági.
Fyri Høgna Egilstoft Nielsen og liðfelagarnar var talan um stórt vónbrot, men Høgni staðfestir, at teir í 07 Vestur runnu aftaná B36 allan dystin. Og hann heldur eisini, at B36 var klárt tað betra liðið í dag.
Gongdin er tung hjá 07 Vestur við bert einum stigi, men ungi liðskiparin vónar, at teir í komandi dystinum ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu kunnu eins og í fjør fáa úrtøku, tá teir fingu góðan 2-2 javnleik ímóti FM-vinnarunum.
Samrøðan sum Rás2 gjørdi við Meinhard E. Olsen hjá B36 hoyrist HER