07 Vestur-NSÍ 2-2 (0-2): Vágamenn vístu vilja

Sunnudagin var 07 Vestur á veg til ein javnleik, men listi hann í yvirtíðini. Ímóti NSÍ í gjárkvøldið var 07 Vestur aftanfyri við tveimum málum, men fekk vunnið seg innaftur í dystin og fingið javnleik

07 Vestur ***

NSÍ ***

 

FÓTBÓLTUR

 

Meðan tað frættist um vind og vánalig líkindi í sambandi við flestu Vodafonedystirnar í gjárkvøldið, var hetta ikki ein trupulleiki í Sørvági, har 07 Vestur tók ímóti NSÍ. Ættin var góð, og tí gjørdist tað ikki vindurin, ið darvaði hesum dystinum nakað serligt.

Uppgávan hjá heimaliðnum var at reisa seg, eftir at sunnudagurin hevði borðreitt við enn einum vónbroti. Tá alt líktist einum 0-0 dysti ímóti greipuvinnarunum frá í fjør, fekk EB/Streymur brádliga eitt mál í yvirtíðini, og so hevði tapt fyri tólvtu ferð í ár.

Tó kann ikki sigast, at fortreytirnar fyri stigi til 07 Vestur gjørdust nakað serligar í gjárkvøldið, tí tá minni enn eitt korter var farið, hevði NSÍ lagt seg á odda 1-0. Og uppaftur verri sá út, tá góður hálvur tími var farin, tí tá økti NSÍ til 2-0.

Fyrra málið fingu gestirnir eftir eitt brotsspark. Beinini vórðu tikin undan Jann Inga Petersen inni í 07 Vestur-brotsteiginum, og eftirfylgjandi setti Óli Hansen bóltin í málið frá brotssparksblettinum. Og síðani var tað Christian Høgni Jacobsen, sum var á rætta staðnum, eftir at NSÍ hevði sent eitt langt innkast innfyri.

 

Lívligur endi

Hóast tað á máltalvuni ikki sá serliga gott út hjá 07 Vestur, vístu vágamenn vilja at koma afturíaftur í dystinum, og hóast tað var í fyrra hálvleiki, at NSÍ fekk síni mál, hevði heimaliðið sínar møguleikar. Ricardo da Silva Braga hevði tveir, harav annar var stórur, men inn fór bólturin ikki.

Nógv av tí, ið skapti vandastøður, var eftir deyðbóltsstøður og langskot, men í hinum endanum beit NSÍ eisini frá sær, so her kundi nógv henda. Tað vísti seg eisini, at eftir steðgin gjørdist dysturin uppaftur meira opin, og í øllum førum trutu málmøguleikarnir ikki. So um áskoðararnir kanska ikki fingu tann best spælda dystin, fingu teir undirhald í ríkiligt mát.

Eitt korter inn í seinna hálvleik, fekk Tór-Ingar Akselsen birt nýggja vón hjá 07 Vestur, tá hann fekk fatur á einum returbólti og við góðum langskoti minkaði um munin. Framvegis kundi alt henda, og millum annað fekk NSÍ eitt mál annulerað, tá dómari valdi at døma fríspark ímóti Boga Løkin. Teir í NSÍ hildu, at skuldi málið ikki verið viðurkent, skuldu teir hinvegin kanska fingið brotsspark.

Spælið helt fram við at bylgja aftur og fram, og tá bara níggju minuttir vóru eftir, var tað innskifti Jóhan Petur á Stongum, ið tryggjaði heimaliðnum javnleik og stig. Eftir eitt hornaspark var bólturin skallaður út frá NSÍ-brotsteiginum, og har fekk Jóhan Petur gott skot á. Tað sá út til, at Meinhardt Joensen í málinum fór at fáa fatur í bóltinum, men ein NSÍ-fótur á vegnum avrættaði bóltin, so Meinhardt var uttan møguleika – og so var 2-2.

 

Kundu tikið alt

Nú kom lívligasta løtan í dystinum, tí báðir partar gjørdu sítt ítarsta fyri at vinna hann. Fleiri kjansir vóru aftrat til báðar partar, og í sjálvari yvirtíðini var um reppið, at Klæmint Olsen tryggjaði NSÍ øll trý stigini, tá hann av Christiani Høgna var spældur púra leysur fyri málinum, men bumbaði bóltin uppum.

Fyri heimaliðið hevði tað nógv at siga, at tað júst ímóti NSÍ eydnaðist at vinna stig, tí fyrr í ár hevur NSÍ vunnið bæði 4-1 og 5-1 á 07 Vestur. Og framvegis livir møguleikin fyri, at Vágaliðið kann fáa tey aftur, ið eru beint frammanfyri. Viljin er har, og so fæst at síggja, um tað eisini fer at røkka, tá tingini skulu gerast á vøllinum.

NSÍ var undan dystinum á triðjaplássið, men vann seg eitt pláss fram, tí Víkingur tapti í Klaksvík. Liðini hava sama stigatal, men málúrtøkan hjá runavíkingum er eitt mál betri, so munurin er marginalur, nú kappingin um silvur- og bronsuheiðursmerkini harðnar, so hvørt sum kappingini líður.