07 Vestur hevur sett enskan høvuðsungdómsvenjara

07 Vestur hevur sett enskan høvuðsungdómsvenjara, sum kemur at virka saman við Jens Eriki Rasmussen

Felagsliðið fyri vestan hevur altíð vekta ungdómsarbeiði høgt og síðan Hegga Samuelsen mátti siga høvuðsumgdómsvenjarastarvið frá sær, hevur verið arbeitt hart við at fylla skógvarnar eftir Hegga. Leitað hevur verið bæði innanlands og uttanlands eftir rætta venjaranum til starvið og er valið falli á bretan Matthew Potter.

 

– Matthew Potter er 40 ára gamal og útbúgvin UEFA A venjari við serligum fokus á ungdómsfótbólt, har hann hevur lokið hægstu UEFA venjaraútbúgvingina innan barna- og ungdómsfótbóltin, skrivar 07 Vestur í tíðindaskrivi.

 

Seinastu árini hevur Matthew starvast sum ungdómsvenjari og -mennari hjá Norwich City og Cholchester United í Onglandi, umframt at arbeitt sum fótbóltmennari hjá enska og norska fótbóltssambandinum.

 

– Matthew hevur undirskrivað ein hálvt annað ára sáttmála við 07 Vestur. Hann kemur til landið í seinni helvt av august mánaði, og byrjar í starvinum beinavegin hann er komin heim. Unnustan og børnini, tvey og fýra ár, koma heim seinni í ár.

 

Ungdómsvenjarahópurin telir eisini navnframa Jens Erik Rasmussen, umframt fleiri lokalar kreftir, skrivar 07 Vestur at enda.