07 Vestur fingið nýggjan venjara

Ungur venjari úr Noregi skal royna at fáa 07 Vestur aftur í Betrideildina.

Tað verður ein norskur venjari, sum skal standa á odda fyri besta liðnum hjá 07 Vesturi komandi árini. Talan er um 35 ára gamla Julian Madsen, skrivar heimasíðan hjá felagnum í kvøld.


Julian Madsen hevur verið høvuðsvenjari hjá heimlandsfeløgunum Førde og Lørenskog, og hann hevur eisini royndir sum ungdómsvenjari í Bodø/Glimt og Vålerenga. Hann varð kosin ársins ungi venjari í Noregi í 2013.


Sáttmálin ímillum 07 Vestur og Julian Madsen er galdandi í trý ár.


Pauli Poulsen var høvuðsvenjari hjá 07 Vestur í ár fram til at Sigtór Petersen tók við seinastu dystirnar av kappingarárinum. Tað eydnaðist ikki at lívbjarga liðnum, og tískil spælir 07 Vestur í 1. deild komandi kappingarár.