07 Vestur fekk fult móti botnliðnum

Hóast tað tók sína tíð, so var at enda eingin ivi um, at 07 Vestur var omaná ímóti teimum næestbestu hjá B68. 07 Vestur er framvegis væl við í kappingini um at flyta upp í bestu deildina.

Í dag hevði 07 Vestur vitjan í Sørvági av næstbesta B68 liðnum, sum framvegis ikki hevur vunnið, og sum higartil bara hevur vunnið tvey stig.

Tað tók sína tíð, áðrenn heimaliðið heilt fekk tamarhald á tí.

Eftir 1. hálvleik var 1-0 við máli, sum Tór-Ingar Akslesen skoraði í 27. minutti. Fýra minuttir eftir steðgin økti Holgar Djurhuus til 2-0, men spenningur kom í aftur í 69. minutti, tá ið 07 Vestur gjørdi sjálvmál. Jovan Panic varð skrásettur fyri tað.

Síðsta stóra korterið staðfesti heimaliðið við tveimum málum. Jovan Panic skoraði til 3-1 í 73. minutti, og í 82. minutti var tað veteranurin Jens Erik Rasmussen, sum setti síðsta seymin í.

07 Vestur hevur 33 stig og er á triðja plássi. B68 hevur framvegis tvey stig.