Á hesari fer felagið at avdúka nýtt búmerki, spælibúnan hjá felagnum og nýggju heimasíðuna hjá felagnum. 07 vestur er nýggja felagið, sum er komið fyri FS Vágar og síðani FSV04. Talan er ikki um samanlegging av feløgum, men varð ístaðin valt at stovna nýtt felag.