07 Vestur vann 2-1 á HB í Gundadali í dag. Jens Erik Rasmussen legði 07 Vestur á odda 1-0, tá 35 minuttir vóru farnir. Tá 43 minuttir vóru farnir javnaði Jóhan Eivind Restorff Mouritsen fyri HB.
Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skeyt Jens Erik Rasmussen sigursmálið hjá 07 Vestur uppá brotsspark.
Í yvirtíðini fekk Kim Poulsen hjá 07 Vestur beinleiðis reytt kort fyri eina eftirtakling. Bárður Mittelstein hjá HB fekk tvey gul kort, tað seinna í samband við brotssparkið hjá 07 Vestur, so bæði liðini endaðu dystin við 10 monnum.
07 Vestur hevur 10 stig fyri 4 dystir. HB hevur 6 stig fyri 4 dystir.
HB-07 Vestur 1-2 (1-1)
0-1 Jens Erik Rasmussen (35.)
1-1 Jóhan Eivind R. Mouritsen (43.)
1-2 Jens Erik Rasmussen (83. - brotsspark)
Útvísingar: Kim Poulsen, 07 Vestur og Bárður Mittilstein, HB.