Í morgin klokkan 17 byrjar tann fyrsti dysturin í 24. umfarinum í Betrideildini hjá monnum á Dungasandi í Sørvági.
Tá tekur 07 Vestur, ið er á fimta plássi við 34 stigum móti AB, ið er aftast í deildini við 12 stigum.
07 Vestur verður nummar fimm í Betrideildini óannsæð hvussu tað gongur fýra teir seinastu dystirnar. Teir hava 13 stig niður til nummar seks EB/Streym, og hava 14 stig upp til nummar fýra, Víking. Tá bert 12 stig eru eftir at spæla um endar 07 Vestur á einum fimta plássi, óannsæð hvat hendir.
Veddingarfyritøkurnar hava 07 Vestur sum greiðan favoritt til at vinna dystin.
Miðaloddsini upp á heimasigur til 07 Vestur eru 1,34.
Miðaloddsini upp á útisigur til AB eru 7,08.
HER eru oddsini:
##med2##