07 Vestur er favorittur í Fløtugerði - KÍ er greiður favorittur í Gundadali

Hesaferð torir eingin veddingarfyritøka í holt við dystin hjá TB. Nakrar lata odds upp á dystirnar ÍF-07 Vestur og B36-KÍ

Fýra dystir vera leiktir í fyrsta umfarinum í kappingini um Løgmanssteypið í dag.

 

Leygardagin 22. apríl:

 

TB – B68 (15:00) Rúni Olsen

 

ÍF – 07 Vestur (15:00) Rúni Gaardbo

 

AB – FC Suðuroy (16:00) Rani A. Skaalum

 

B36 – KÍ (18:00) Eiler Rasmussen

 

Hesaferð tora veddingarfyritøkurnar ikki í holt við dystin hjá TB. Javnleikurin hjá TB móti HB og sigurin á 07 Vestur við Stórá hevur uttan iva kostað veddingarfyritøkunum nógvan pening, og tað er helst orsøkin til, at eingi odds eru at fáa upp á dystin millum TB og B68 við Stórá í Trongisvági í dag.

 

Fýra veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum B36 og KÍ, og tær hava KÍ sum greiðan favoritt. 

 

Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 1,40 og 1,46.

 

Oddsini upp á heimasigur til B36 eru rættiliga høg. Tey liggja millum 5,00 og 5,50.

 

##med2##

 

Bara tvær veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum ÍF og 07 Vestur, og tær hella til ein sigur til 07 Vestur. Tó er ikki talan um eina stóra favorittstøðu til 07 Vestur.

 

##med3##

 

Eingin veddingarfyritøka letur odds upp á dystin millum AB og FC Suðuroy. Men har eru tvær deildir á muni millum liðini, og tað ger helst útslagið.