07 Vestur er aftur í fremstu røð

Eftir eitt ár í næstbestu deildini hevur 07 Vestur í kvøld tryggjað sær atgongumerki at spæla í fremstu røð næsta kappingarár.

Vágamenn hava verið í høvuðsstaðnum, og teir eru á veg til hús aftur við trivaligum 3-0 sigri eftir, at teir í hálvleikinum vóru frammanfyri 2-0.

Jens Erik Rasmussen setti hol á við brotssparki, Jovan Panic økti um leiðsluna til 2-0, og í 2. hálvleiki var tað Johan Eyvind R. Mouritsen, sum skoraði síðsta málið.

Sigurin ber við sær, at 07 Vestur hevur 55 stig, og harvið hava vágamenn tryggjað sær uppflyting.

KÍ, sum undan hesum umfarinum var oddalið, hevur í kvøld tapt 2-1 ímóti TB á Sevmýri, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1, og eftir at KÍ skoraði fyrsta málið. Úrslitið ber við sær, at klaksvíkingar mugu bíða í hvussu so er inntil sunnudagin, áðrenn teir kunnu fáa vissu fyri, at teir næsta ár skulu spæla í bestu deildini.

 

HB-07 Vestur 0-3 (0-2)

0-1: Jens Erik Rasmussen br 25.

0-2: Jovan Panic 31.

0-3: Johan Ejvind R. Mouritsen 90.

 

TB-KÍ 2-1 (1-1)

0-1: Johan Jacobsen 32.

1-1: Teitur Justinussen 45.

2-1: Teitur Justinussen 60.

 

FC Hoyvík-B68 2-0 (1-0)

1-0: Jørgin Meitilberg 31.

2-0: Tony Rasmussen 90.+2

Reytt kort: Jóhan Petur Petersen, B68, 78.

 

AB-Víkingur 1-2 (0-1)

0-1: Leivur Hansen 21.

0-2: Bergur Gregersen 84.

1-2: Dan Petersen 88.

 

EB/Streymur-NSÍ 3-2 (1-1)

0-1: Viggo Hansen 3.

1-1: Halldórur Joensen 38.

2-1: Arnar Dam 58.

2-2: Andrias á Líknagøtu 62.

3-2: Hallur E. Fláaberg 65.

 

Støðan

07 Vestur 55

KÍ 52

TB 47

EB/Streymur 42

HB 36

Víkingur 34

FC Hoyvík 29

AB 26

NSÍ 25

B68 6

 

26. umfar

Sunnudagin 3. oktober

NSÍ-KÍ

FC Hoyvík-TB

B68-07 Vestur

AB-HB

Víkingur-EB/Streymur

 

27. umfar

Leygardagin 16. oktober

KÍ-B68

HB-FC Hoyvík

EB/Streymur-AB

07 Vestur-Víkingur

TB-NSÍ