Drúgvasti og mest spennandi dysturin mikukvøldið, tá fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vóru á skránni, var uttan iva dysturin í Sarpugerði millum Víking og B68, sum bæði mátti út í umdyst og brotssparkskapping, áðrenn greitt var, at B68 kom víðari í hálvfinalurnar.
Finnur Justinussen skallaði annars Víking framum í vanliga dystinum, áðrenn Ibrahima Camara fekk sneitt sær millum nakrar ljósabláar og javnað fyri B68. 1-1 helt sær allar 90 minuttirnar, og tí mátti umdystur spælast í tvær ferðir eitt korter. Ibrahima Camara, ið var serstakliga væl upplagdur mikukvøldið, fekk lagt B68 á odda 2-1, tá seinni hálvleikur í umdystinum var fýra minuttir gamal, og hetta á eisini út til at gerast úrslitið, til Sølvi Vatnhamar í yvirtíðini fekk javnað til 2-2.
Hetta merkti, at dysturin mátti avgerast við brotsspørkum, og her vísti tað seg, at B68-málverjin, Tórður Thomsen, skuldi gerast stóra hetjan, tí hann megnaði at bjarga spørkunum frá bæði Kaj Leo í Bartalsstovu og Evrard Blé, samstundis sum toftamenninir annars fingu øll síni í málið, so B68 tí hevur vunnið sær pláss í hálvfinalunum.
Einki at rafla um
Í Runavík tók NSÍ ímóti EB/Streymi, sum nokk so skjótt vísti seg at hava meira upp á hjarta. Sundalagsmenn fingu spælið at hanga betur saman og vóru yvirhøvur næskari í sínum royndum. Munurin var kanska ikki so stórur fyri steðgin, men beint fyri hálvleik eydnaðist Leif Niclasen at leggja EB/Streym á odda, tá hann í tveimum førum skallaði ímóti málinum.
Málið kom dátt við hjá NSÍ, sum tíðliga í seinna hálvleiki fekk enn ein frammaná, tá Gert Hansen økti til 2-0. Eftir hetta gjørdist tað meira enn trupult hjá heimaliðnum at gera seg galdandi, samstundis sum gestirnir tóktust bara meira og meira væl upplagdir. Krúnuna á verkið setti Hans Pauli Samuelsen, tá hann við góðum skoti skoraði til 3-0, og so var hesin dysturin endaliga avgjørdur.
Hetta merkir, at EB/Streymur fimta árið á rað er í finaluni í kappingini um Løgmanssteypið, har hagtølini eisini hava verið serstakliga góð, tí sundalagsmenn hava vunnið tríggjar av teimum fýra finalunum higartil.
Dramatiskur endi
Í Sørvági var uppgerð millum tey bæði liðini, sum fluttu upp eftir kappingarárið í fjør, og her skuldi 07 Vestur vísa seg at draga longra stráið ímóti KÍ, sum annars telist millum oddaliðini í landskappingini.
Bara eittans mál kom í hesum dystinum, og tað skoraði Eli Falkvard Nielsen, tá umleið ein hálvur tími var farin. Tór-Ingar Akselsen sendi hornaspark innfyri úr vinstru síðu, og fyri KÍ-málinum var Eli hægstur og fekk við høvdinum stýrt bóltinum inn um Gunnar á Steig og í málið.
Hetta legði størri trýst á KÍ, sum eisini royndi at flyta spælið longur fram á vøllin. Men illa bar til at gera nakað við 07 Vestur, ið tóktist hava sera gott tamarhald á tí, sum hendi á vøllinum. Og kanska var heimaliðið eisini nærri við at økja, enn gestirnir vóru at javna.
Ímóti endanum spurdist nógvur dramatikkur burturúr, tá KÍ-spælarin, Bárður Heinesen, ið var komin inn í seinna hálvleiki, fekk reyða kortið eftir ein samanbrest við málverjan hjá 07 Vestur, Hans Jørgensen. Báðir spælarar máttu á sjúkrahús, og steðgurin var so mikið drúgvur, at nógvir minuttir blivu lagdir aftrat, men tað broytti einki, so 07 Vestur er í hálvfinalunum.
Málríkt í Fuglafirði
ÍF, sum í fjør tapti steypafinaluna fyri EB/Streymi, hevur enn møguleikan at endurtaka dystin, eins og EB/Streymur sjálvandi hevur tað. Men hóast ÍF á pappírinum hevði lættastu uppgávuna, tí mótstøðuliðið var AB úr næstbestu deildini, bendu fyrstu trý korterini ikki á ein so greiðan og stóran sigur, sum ÍF at enda skuldi vinna.
Hálvleiksstøðan var 1-1, eftir at bæði lið høvdu fingið mál burtur úr hornaspørkum, men í seinna hálvleiki kom av álvara gongd á hjá ÍF, ið trygt koyrdi sær sigurin heim við ikki færri enn seks málum aftrat, so endaliga úrslitið gjørdist 7-1.
So hvørt sum klokkan gekk, øktist munurin bara. Stóri málslúkurin hjá fuglfirðingum mikukvøldið var Bogi Løkin, ið skjeyt trý av teimum sjey málunum, og annars hjálptu teir í AB væl til, tí tvey av málunum hjá ÍF vóru sjálvmál.