07 Vestur: Ble út - ongin inn

Hóast 07 Vestur liggur aftast í Effo-deildini og Evrard Ble hevur skift til B36, so røkist einki fyri, at felagsliðið fær nakran nýggjan spælara áðrenn flytingarveindeygað letur aftur í kvøld.

 

-       Vit brúka teir spælararnar vit hava í felagnum, sigur Jarnhold Nattestad, formaður í 07 Vestur.

 

Onkrar leysasøgur hava ginigið um at Ibrahima Camara, toppskjúttin í felagnum, eisini var á veg úr 07 Vestur. Hesum avsannar formaðurin.

 

07 Vestur hevur eftir eina góðkenda byrjan havt torført við, at fáa stig. Teir liggu nú aftast við átta stigum. Víkingur og TB hava 16 stig á røttu megin niðurflytingarstrikuni.