Dysturin millum 07 Vestur og B36 á Dungasandi í Sørvági endaði við javnleiki 2-2 í kvøld.
B36 var á odda 2-0 tá ein hálvur tími var farin av dystinum.
Valerijs Sabala legði B36 á odda aftaná gott samanspæl við Símun Sólheim tá bert níggju minuttir vóru leiktir. Á hálva tímanum økti Benjamin Heinesen til 2-0 við einum dundurskoti, ið næstan var frá baklinjuni.
07 Vestur hevði góðar málmøguleikar, men ikki fyrrenn 85 minuttir vóru farnir fingu teir løn fyri sítt stríð, tá Julian Mouritsen aftaná eina góða sending frá Oddi Petersen minkaði um munin til 1-2.
Í 96. minutti skulvu fjøllini kring Sørvágsfjørð sum fagnaðurin dunaði, tá Eiler Fróðasson aftaná gott forarbeiðið hjá Matthias Voss javnaði til 2-2, og tryggjaði 07 Vestur eitt kærkomið stig.
B36 má í eldin aftur longu komandi hóskvøld klokkan 19 á Tórsvølli, tá sterka kroatiska liðið, Rijeka kemur á vitjan í triðja undanumfarinum í Europa Conference League.
Kelda: dystir.fo
Nr | LIÐ | ST | DS | VD | JD | TD | MF | MÍ | MM |
1. | KÍ | 48 | 16 | 16 | 0 | 0 | 44 | 8 | 36 |
2. | HB | 38 | 17 | 12 | 2 | 3 | 42 | 10 | 32 |
3. | B36 | 37 | 17 | 12 | 1 | 4 | 36 | 17 | 19 |
4. | Víkingur | 30 | 17 | 9 | 3 | 5 | 37 | 18 | 19 |
5. | 07 Vestur | 26 | 17 | 8 | 2 | 7 | 29 | 27 | 2 |
6. | TB | 15 | 17 | 4 | 3 | 10 | 12 | 37 | -25 |
7. | B68 | 14 | 17 | 3 | 5 | 9 | 17 | 31 | -14 |
8. | EB/Streymur | 13 | 16 | 4 | 1 | 11 | 12 | 31 | -19 |
9. | ÍF | 12 | 17 | 4 | 0 | 13 | 15 | 40 | -25 |
10. | AB | 10 | 17 | 3 | 1 | 13 | 12 | 37 | -25 |