Favorittarnir úr 07 Vestur megnaðu ikki at vinna fulla úrtøku, tá ið teir vitjaðu við Løkin í Runavík. Úrslitið var 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Bæði málini vórðu skorað seint í 1. hálvleiki. Andrzej Stretowicz legði við stútara eftir innlegg úr vinstru 07 Vestur á odda í 37. minutti, og lítla løtu seinni javnaði Øssur Dalbúð. Eftir innkast úr vinstru, sum varð longt, var unglingaspælarin fyrstur á returbóltinum.
07 Vestur hevur nú 41 stig eftir 18 umfør, og NSÍ hevur 17 stig fyri eins nógvar dystir.