07 Vestur aftur av RYECUP

Dreingir 16 hjá 07 Vestur hava seinastu vikuna tikið lut í stóru ReyCup kappingini í Reykjavík.

Í kappingini vóru lið frá øllum heiminum. Annfinn Danielsen, venjari, sigur, at úrslitini vóru misjøvn, men alt í alt eru dreingirnir nøgdir við túrin. Á liðnum eru dreingir úr Sørvági, Miðvági, Kvívík og Vestmanna.