0 klovn í Klaksvík

Ein stór, spennandi og øðrvísi framsýning við klovninum 0 verður í Badmintonhøllini í Klaksvík 24. juni. Hetta hendir í samband við at Klaksvíkar kommuna fyllir 100 ár

Klaksvík: - Hetta er ein rúkandi framførsla fyri øll ættarlið, skapt av einum klovni við gudagávum og teimum lutunum, sum vanliga hoyra til eitt væl dekkað døgurðaborð, verður sagt um hesa framførsluna.

Við sínum soloavriki bergtekur O áskoðaran við tónlistarligari “timing”, framúrskarandi yvirraskilsum og eitt fantasilandslag av Dr. Strangelove-máti og einum fangandi krígsspæli.

Tá klovnurin 0 – alias Joël Colas – fyrst sníkir seg inn á manesjuna er hann ein smæðin og einsamallur drongur. Hann finnur fram vin sín – eina hálvtóma vatnfløsku – og setir seg eyðmjúkur á eitt borð.

Síðani tekur hann fram ítróttartaskuna, fylta við knívum, gaflum og alskyns bestikki. Hesi brúkar hann til at byggja upp rútmur og skeiv brot av løgum, í tí hann “samplar” ymisk hvøll ljóð.

Knappliga er áskoðarin mitt í einari frásøgn, har O við megini hjá einum Peter Sellers er broyttur til ein einaræðisharra, sum bóltar fram á sínari krígsmaskinu.

Heilt opin frammanfyri áskoðarunum verður hin smædni drongurin ein krígsmaskina gjøgnum broytingartalentið hjá hesum einastandandi klovni. Tónleikurin koyrir, hann jonglerar við fløskum, maskinuriflur skerja gjøgnum luftina, til áskoðarin situr í skellilátri, í hugtakanini og eitt lítið sindur bangin. Allar skúlasýningarnar verða kl. 10 henda dagin og vara 45 minuttir. Um kvøldið verður almenn sýning.