0-2 á Tórsvølli

90. Dysturin er av, og tað endaði við 2-0 tapi til EB/Streym.

 

76: 0-2: Aftur var talan um uppspæl í høgru síðu. Í fyrstu atløgu fekk EB/Streymur ruddað bóltin burtur, men eftir nakað av trunkaspæli smekkaði ein cyprioti til.

 

EB/Streymur hevur tó verið hampuliga væl við eftir stegðin, og nakrar ferðir hevur talan verið um vandamiklar støður. Og ta einu ferðina kendu teir á heimaliðnum seg snýttar fyri brotsspark, tá Gudmund Nielsen varð togaður í skotroynd, sum fór dygst omanfyri.

 

10. 0-1: Málið kom eftir uppspæl í høgru, har bólturin varð lagdur lágt innfyri, og ein av sterku áleyparunum var fyrstur á bóltinum, sum streyk upp í málhornið.

 

Undan hesum hava gestirnir av Cypros havt greiða yvirvág, og millum annað hava teir havt ein stútara á stólpan.