teimum báðum undir strikuni. HB hevur 34 stig og er við betri málmuni enn B36 á triðja plássi, og 07 Vestur er framvegis undir strikuni. Tað er málmunurin, sum er munurin millum 07 Vestur og Skála ÍF, sum í [...] Svangaskarði. Tað sigur ikki so lítið um dystargongdina, at HB vann 12 hornaspørk, meðan 07 Vestur vann tvey hornaspørk. Men tað var ikki so stórur munur, tá ið talan var um upplagdar málmøguleikar. 07 Vestur [...] Í dag var Sámal á Steig millum stólparnar hjá 07 Vestur, meðan Sebastian Wille sat á beinkinum. Hetta var onnur ferðin í ár, at 19 ára gamli Sámal á Steig var í 07 Vestur málinum. Fyrra ferðin var 6.
fiskidagar. Tað svarar til eina skerjing á 70,6 prosentum. Hetta er ikki ein vanlig tillaging. Bólkur 5 er politiskt skerdur niður í minni enn ein triðing av upprunaliga dagatalinum. Umsitingarætlanin, [...] snellubátur kann vanliga bert fiska, meðan tað er ljóst, og er nógv meira bundin av veðri, vindi og streymi enn størri skip. Ein skrásettur fiskidagur er tí ikki altíð ein neyv mynd av veruliga veiðitrýstinum [...] av einari MSC-góðkenning er heldur ikki eins fyri øll fiskasløg og allar marknaðir. Tað er enntá víst á dømi um, at MSC-góðkend hýsa í tíðarskeiðum hevur fingið lægri prís enn hýsa uttan góðkenning. Tað
kjakið seg næstan altíð um laksalúsina ( Lepeophtheirus salmonis ). Tað er eisini skiljandi. Laksalúsin er ein specialistur, ið í høvuðsheitum livir á laksi og síli, og hon er ein av teimum best kannaðu p [...] eina mynd av einum parasitti og einum smittusambandi, sum er nógv meira fløkt enn bara “ein lús á laksi”. Caligus elongatus er funnin á meira enn 80 fiskasløgum. Hon kann flyta seg millum vertir sum vaksin [...] lívfrøðiligum netverki. Hetta eigur at geva okkum eina ávaring. Í nógv ár hevur kjakið um lús fyrst og fremst snúð seg um laksalús og árin á villt smolt. Men Caligus elongatus er kanska tann meira áhugaverda
týðandi parturin av svarinum er ikki við í greinini. Eg legði eisini dent á, at talan ikki er um at tilluta mær ella nøkrum øðrum ávísum báti serstøk rættindi. Talan er um 750 felags fiskidagar, sum allir [...] Talan er sostatt ikki um at venda aftur til gamla fiskidagatalið, men um eina avmarkaða og tíðaravmarkaða loysn eftir fleiri sera stórar skerjingar. 2. Hevur tú givi ð landsstýrismanninum hugskotið um at [...] brúka nakrar av døgunum, um hesi verða tillutaðir, verður sera avmarkaður – um eg yvirhøvur fái møguleika at brúka nakran. Uppskotið kemur væntandi ikki til viðgerðar fyrr enn seint í august ella fyrst
kanning frá Novus/TV4 vísir ein enn javnari dyst. Har er munurin millum blokkarnar bara 2,6 prosentstig. Liberalerna kunnu avgera valið Eitt av heilt stóru ivamálunum er Liberalerna. Flokkurin hevur nærum [...] stóran týdning fyri politikkin hjá stjórnini hetta valskeiðið. Men flokkurin hevur ikki sitið í stjórn. Eftir valið kann hetta broytast. SD hevur verið greitt um, at flokkurin ikki ætlar at stuðla eini nýggjari [...] hevur eisini ein trupulleika Sjálvt um andstøðan vinnur valið, er tað ikki givið, hvussu ein nýggj stjórn skal síggja út. Magdalena Andersson hevur sagt, at hon er opin fyri samstarvi við fleiri flokkar
monnum enn hjá kvinnum. Í juli vóru 131 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulla tíð vóru 117 kvinnur arbeiðsleysar, og tað svarar til 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig minni enn árið fyri [...] ð í Føroyum var 0,9 prosent í juli. Tað er 0,1 prosentstig minni enn í juli í fjør. Tilsamans vóru 323 fólk rakt av arbeiðsloysi í juli, og tað eru 53 færri enn sama mánað í fjør. Umroknað til fulltíð [...] arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Tað svarar til 12 prosent av teimum arbeiðsleysu. Sambært Hagstovuni hevur talið av langtíðararbeiðsleysum verið rættiliga støðugt yvir tíð. Uppgerðin fevnir um fólk í aldrinum
Úrslitið ber við sær, at AB er á sætta plássi við 23 stigum fyri 18 dystir, og at Skála hevur 14 stig fyri 17 dystir og er á áttanda plássi, áðrenn dysturin millum B68 og 07 Vestur er liðugur. Tá ið 90 minuttir [...] in, men at tað tvær ferðir síðstu lítlu løtuna eydnaðist at minka um munin kann fara at vísa seg at vera gott fyri moralin. Skráin sigur, at skálamenn um eina viku fara til Runavíkar at spæla kommunuuppgerð [...] fór at verða um spenning, tí tá var AB frammanfyri 3-0. Dómarin legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og tá skoraði Skála tvey mál. Miðvallarin Jákup Pauli Frederiksberg minkaði um munin til 3-1
málið. 1-1 og heimamenninir vóru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna favorittsigur, og toftamenn vóru vónbrotnir av, at teir ikki megnaðu at halda tørn um sigurin, sum teir mistu lítla løtu undan [...] Gundadali, har B36 í góðveðrinum seinnapartin hevði vitjan av B68. B68 er botnlið, og B36 stríðist fyri at vera við í kappingini um pláss í Europa. Tað endaði 1-1 eftir málleysan fyrra hálvleik. Undan [...] sum eftir heimatapið ímóti Skála ÍF fyri einari viku síðani segði venjaran úr starvi. Martin Jarnskor er venjari hjá næstbesta B68 liðnum, sum spælir í 2. deild. Hann hevur ikki pappírini at halda fram sum
landskappingina í 1. deild. Tí eru tað 27 stig eftir at spæla um. Men tað skal heilt nógv venda øðrvísi um hálvan triðja mánað, enn tað nú ger, um B71 ikki í 2027 aftur fer at spæla í Meistaradeildini. Í kvøld [...] Víkingur er næstfremst við 39 stigum, FC Suðuroy er á triðja plássi við 35 stigum, og ÍF er á fjórða plássi við 24 stigum. B71 hevur spælt 18 dystir, og hini liðini hava spælt 17 dystir. Tá ið talan er um næstbesta [...] minkaði við brotssparki um munin til 3-1. EB/Streymur er aftast við 7 stigum. Í Gundadali vann B36 í kvøld grannauppgerðina ímóti HB 3-0. B36 er á fimta plássi við 23 stigum, og HB er á áttanda plássi við
hennara vil Charles Spencer nú siga sína egnu søgu um systur sína, Dianu prinsessu. Bókin eitur Swan Song: Diana, My Sister og kemur út 22. september. Hetta er fyrstu ferð, at Charles Spencer greiðir so ná [...] nógvar áheitanir um samrøður um systur sína. Tað fekk hann at seta sínar egnu tankar og minnir á blað eina ferð med alla. Hann sigur, at hann heldur tað vera betri sjálvur at greiða frá enn aftur at lesa [...] førum byggja á ósannindi, ið við tíðini eru vorðin góðtikin sum sannleikar. Endamálið er, sigur hann, at siga sannleikan um Dianu sæð við eygunum hjá beiggja hennara – á sama hátt sum hann royndi at gera, tá