Í mentanarvikuni í Fuglafirði kundi ÍF ígjár á facebookvanga felagsins kunngera góð tíðindi til fjeppararnar. ÍF skrivar á facebookvanga sínum: - Ruben Møller Nielsen hevur í kvøld longt sáttmálan við [...] við ÍF í tvey ár. Sterki miðvallarin kom til ÍF í 2023 og hevur síðani verið ein týdningarmikil partur av liðnum. Fryntligi danskarin hevur ikki bara víst síni góðu evni á vøllinum, men er eisini vorðin ein [...] sítt 5. og 6. ár í ÍF-búnanum, og tað eru vit í Fuglafirði sera glað fyri. Skrivar ÍF. ---------------------------------------------- Klokkan 17.30 spælir ÍF dyst móti FC Hoyvík á vøllinum í Fløtugerði. ÍF
Nordmøre í Noregi eru ákærdir fyri at hava selt fisk, sum ikki var egnaður til mannaføði, fyri næstan 50 milliónir norskar krónur. Hetta svarar til umleið 32 milliónir krónur í okkara peningi. Økokrim í Noregi [...] sínum slagi í Noregi nakrantíð. Samanlagt hava menninir selt fleiri enn 550 tons av fiski til viðskiftafólk bæði innan-og uttanlands, og hetta er sambært ákæruni hent í árunum, 2018 til 2023. Sambært ákæruni [...] milliónir norskar krónur, sum svarar til stívliga 15 milliónir í okkara peningi. NRK veit at siga, at málið kemur fyri í norsku rættarskipanini í januar mánaði næsta ár, og níggju dagar eru settir av til
at føroyska lógin í høvuðsheitum skal samsvara við nýggju donsku tryggingarlógina. Í hesum sambandi verður eisini mett, hvørjar ES-reglur á tryggingarøkinum skulu setast í gildi í Føroyum, og hvørjar [...] Føroyingar kunnu fáa betri innlit í, hvat eftirlønaruppsparingin kostar, og hvussu nógv hon kastar av sær. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning [...] dagførd kanning av avkastinum er í gerð og verður eftir ætlan liðug seinni í ár. Íløgurnar skulu gagna kundanum Sambært tryggingarlógini skulu eftirlønarpeningarnir verða settir í íløgur á ein hóskandi hátt
fyrstu ferð skrásett í navnauppgerðini í 2003, og síðani hava 21 dreingir fingið navnið. Enn nýggjari er navnið Atlas. Áðrenn 2019 var eingin skrásettur við tí navninum í Føroyum, men í fjør fingu fýra nýføddir [...] hava verið millum mest umtóktu dreingjanøvnini í fleiri ár. Sambært Hagstovuni hava bæði nøvnini tvær ferðir áður ligið ovast á listanum, millum annað í 2023. Síðani 1985 hava 136 dreingir fingið navnið [...] Elias. Við ársenda í fjør búðu 144 menn í Føroyum, sum eita Brandur, og 118, sum eita Elias. Nýggj nøvn vinna fram Fleiri av teimum vælumtóktu dreingjanøvnunum eru lutfalsliga nýggj í Føroyum. Gabriel er
áskoðaraskara í huga. Sambært ísraelska uttanríkisráðnum eru 22.500 tons av heilivági og aðrari medisinskari útgerð komin inn í Gazageiran, síðani vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas varð gjørd í oktober 2025 [...] annað motorolju og eykalutir gera tað trupult at halda sjúkrahúsum í Gaza gangandi. Kríggið byrjaði eftir Hamas-álopið á Ísrael 7. oktober 2023, tá fleiri enn 1.200 fólk vórðu dripin og umleið 250 tikin sum [...] uttanríkisráðharrin, Ed Miliband, hevur almannakunngjørt eina upptøku, har hann lýsir humaniteru støðuna í Gazageiranum sum »ræðuliga«. – Tað, sum fer fram, er heilt einfalt ræðuligt. Fólk søgdu mær frá heilivági
rakettum og dronum móti tveimum herstøðum í Jordan, har amerikanskar deildir halda til. Sambært USA vórðu flestu rakettirnar skotnar niður, og enn eru eingi tíðindi um stóran skaða. Hetta er fyrsti størri
verkætlanir eru í gongd í løtuni, og tað er um dagarnar sera hugaligt at vera ein partur av býráðnum og seta kósina í Sundalagnum. - Ert tú eisini áhugað/ur at seta búgv í Sunda kommunu? Set teg í samband við [...] áhugin at seta búgv í Sunda kommunu í løtuni er sera stórur, og tað gongur væl í kommununi. Hetta verður staðfest við fólkatalinum, søluni av grundstykkjum og skattainntøkunum higartil í ár. Soleiðis sigur [...] higartil í 2026 hevur Sunda kommuna selt 25 grundstykkir. Fríggjadagin í farnu viku reisti Sp/f Bogi Hermansen fimm raðhús í Streymnesi, og ymiskar aðrar byggiverkætlanir av raðhúsum eru eisini í stoypiskeiðini
Ljósfest heldur fram í Vági í dag, sum er stóri dagurin á ársins stevnu. Skráin byrjar á middegi og heldur fram út á náttina við tónleiki, mentan og undirhaldi. Millum teirra, sum fara á pall í kvøld, er bólkurin [...] bólkurin Starlight, sum eisini spældi á Ljósfest í 2023 og 2024. Ljósfest byrjaði í gjár og endar sunnudagin. Skráin sæst her
Ágóðin av stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti fer hesa ferð til áhugafelagið CP Føroyar. Liðini, ið møtast í dystunum um Lionsbikarið, eru tey, ið stóðu seg best í undanfarnakappingarárið hjá kvinnum [...] umboðað í báðum dystunum, og VÍF og H71 spæla hvør sín dyst. Hjá kvinnunum verður dysturin nú sunnudagin klokkan 16 millum Kyndil og VÍF. Kyndilskvinnur vunnu greipuna, tí bæði í SMS-kappingini og í Faxe [...] drúgvastar, og í báðum førum var VÍF næsti avbjóðarin. Og hjá monnunum, ið spæla sunnudag klokkan 18, møtast Kyndil og H71. Hoyvíkingar royndust í fjørvetur bestir av øllum og vunnu greipuna, tí bæði í Burn-kappingini
heilsufótbóltur aftur í Vágum. Spælt verður innandura hvønn týsdag í heyst og í vetur frá klokkan 18-19, og hetta verður í høllini í Sørvágs skúla. Vága kommuna og Sørvágs kommuna fóru í 2023 undir samstarv um [...] hevur vegna kommunurnar skipað fyri heilsufótbóltinum í Vágum síðan byrjan. Í Vága kommunu vísa tey á, at heilsufótbóltur verður spældur á smærri økjum og í minni bólkum enn vanligur fótbóltur. Dentur verður [...] øðrum, eru vælkomin. Sum nakað nýtt verður í vetur eisini møguligt at spæla fótbóltspetanque í Vágum. Spælið líkist vanligum petanque, men verður spælt við fótbóltum í staðin fyri kúlum. - Tað kann spælast