framstig í fleiri ítróttagreinum. Hondbóltslandsliðini hava kappast í endaumførum á hægsta evropeiska og altjóða stigi, og í 2025 vann U21-landsliðið hjá monnum bronsu í heimsmeistarakappingini. Í fótbólti [...] fótbólti gjørdist KÍ í 2023 fyrsta føroyska fótbóltsliðið, sum rakk bólkaspælinum í einari evropeiskari kapping. Føroysk ítróttafólk hava eisini vunnið sær stór altjóða úrslit í HM, EM, OL og Paralympisku leikunum [...] allar væntanir. Frágreiðingin Elite Sport in the Faroe Islands tekur støði í altjóða SPLISS-leistinum og lýsir bæði styrkirnar í føroysku úrvalsskipanini og tey øki, sum eiga at mennast. Rasmus K. Storm
Tað er ringt skil í Nigeria, og tíðindi úr landinum í dag siga, at 24 fólk eru dripin í einum álopi í nigerianska landslutinum, Plateau. Tað veit tíðindastovan, AFP at siga. Fólk, sum yvirlivdu álopið [...] dripin í Nigeria, og hetta var í einum bardaga millum uppreistrarfólk og løgregluna. Hendingin fór fram í einum øki har norðuri í landinum. Tað er heldur ikki óvanligt, at fólk vera burturflutt í Nigeria [...] - Vápnaðir bólkar, sum lúra eftir at tjena pengar á slíkan hátt, eru vorðnir ein stórur trupulleiki í Nigeria, veit AFP at siga.
úr 10.478 døgum í 2021 niður í 6.468 dagar í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum. Serliga álvarsamt er, at talið fór úr 9.456 døgum í 2023 niður í 7.565 dagar í 2024. Tað var ein [...] um hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026. Hetta er ein neyðug avgerð. Gongdin í fiskidaganýtsluni vísir, at bátarnir hava brúkt [...] varð talið skert við 10 prosentum í 2025 og aftur við 5 prosentum í 2026. Um eingin árlig skerjing var farin upp um 5 prosent, hevði bólkur 5 havt umleið 8.108 fiskidagar í 2026. Veruliga talið er 6.468 dagar
Dennis Holm, sum stóð fyri skerjingum í fiskidøgum, ið nú verða umrøddar, og at mamma greinahøvundans í morgun tók lut í orðaskiftinum í Løgtinginum ímóti broytingini í fiskidøgum. Mín grundgeving snýr seg [...] sum varð sett í verk í 2021, bygdi á, at fiskidagatalið skuldi lækka 5 prosent, standa í stað ella hækka 5 prosent. Kortini varð bólkur 5 skorin 20 prosent í 2024, síðani 10 prosent í 2025 og aftur 5 [...] fiskidagar í 2026, h ó ast áhugafel øg og serfr øð i tala ím ó ti uppskotinum? Hví ? Ja, eg taki undir við uppskotinum um at lata bólki 5B 750 serstakar fiskidagar í 2026. Eg taki fakligu tilmælini í fullum
seinastu árini. Í uppgerðini við árslok 2023 búðu 467 fólk í gøtuni. Eitt ár seinni var talið komið upp á 550. Tað er ein vøkstur á 83 fólk ella sløk 18 prosent eftir einum ári. Fólkaríkasta gøtan í Føroyum hevur [...] síðan seinastu uppgerðina. Í 2013 var Millum Gilja í Hoyvík fólkaríkasta gøtan í Føroyum. Síðan hevur nógva íbúðarbyggingin á Karlamagnusarbreyt flutt fremsta plássið longur niðan í Hoyvík. [...] at fleiri fólk búðu á Karlamagnusarbreyt enn í 98 av teimum 119 bygdunum og býunum í hagtalsskipanini hjá Hagstovuni. Við øðrum orðum hevði henda eina gøtan í Hoyvík fleiri íbúgvar enn góð 82 prosent av
Meksiko. Hetta verður sett í samband við El Niño, sum er undir menning. Í juni var sjóvarhitin nógv oman fyri vanligt í stórum parti av ekvatoriska Kyrrahavinum, eisini í sokallaða Niño 3.4-økinum, sum [...] ógvusligar hitabylgjur í sjónum. Metheitt hav Í juni var miðalhitin í havinum millum 60 stig sunnanfyri og 60 stig norðanfyri 20,86 stig . Tað er hægsti sjóvarhiti, sum er máldur fyri juni í hesum økinum, tó [...] tikið skap í Kyrrahavinum. Mátingar hjá evropeisku Copernicus-tænastuni vísa, at sjóvarhitin í stórum pørtum av tropiska Kyrrahavinum liggur væl oman fyri miðal. Serliga sæst hetta frá miðskeiðis í ekvatoriska
dronuálop í russisku oljuútflutningshavnini í Ust-Luga í Finsku Víkini hevur gjørt, at eldur er í. Hetta hendi í nátt, og russisku myndugleikarnir í økinum vátta tíðindini. Russiski guvernørurin í økinum [...] 50 dronur eru skotnar niður í Leningrad-regiónini í nátt, sum Ust-Luga er partur av, sigur guvernørurin, Aleksandr Drozdenko. Millum tíðindastovurnar, sum bera hesi tíðindi í morgun, er eitt nú tíðindastovan
veiðimenn ella á húskini í nærumhvørvinum, men fyri at seta í verk serlig átøk at verja lundastovnin, tá hann hevur tað trupult, soleiðis at stovnurin kann verða gagnnýttur eisini í framtíðini. Sum við lundanum [...] sum hevur til endamáls at verja stovnarnir, so var í arbeiðsbólkinum ikki semja um at fáa endurbyggingarætlan inn í umsitingarætlanina. Umsitingin í Fiskimálaráðnum og Havstovan høvdu tó eitt greitt tilmælið [...] um tillagingina, sum varð gjørd í umsitingarætlanini í 2024. Ført hevur verið fram, at órættur er gjørdur ímóti vinnuni, bæði ímóti ávísum skipum og ímóti ávísum bólkum í fiskidagaskipanini. Ført verður
tilfarið liggjandi í 7 mánaðar uttan at nerta tað við eini eldtong. Hví var so hendan “søgan” frammi í KVF mitt í summarfrítíðini? KVF bar nýliga tíðindi um ættarliðskifti hjá Varðanum. Er tað í hesum sambandi [...] Í tíðindunum hin 21. juli 2026 í almenna Kringvarpi Føroya frættist frá nevndarformanninum í Varðanum, at felagið einki fær gjørt uttan at bíða og vita, um byggiloyvið til protein- og lýsiverksmiðju verður [...] er tengt at úrskurðinum í sakarmálinum millum Livilig kor og Føroya Kærustovn. Hví spyr journalisturin ikki beinanvegin nevndarformannin í Varðanum, hví verkætlanin er farin í gongd, um Varðin ikki hevur
Ferðslan á Sandi er nógv broytt, síðan Sandoyartunnilin lat upp í desember 2023. Tað verður staðfest fleiri staðni í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu. Sambært frágreiðingum frá fólki á staðnum [...] Meginskúlan Á landsvegnum við Meginskúlan er hámarksferðin í dag 80 kilometrar um tíman. Ferðslutrygdarætlanin mælir til, at hámarksferðin verður sett niður í 60 kilometrar um tíman við vegamótið. Ein møgulig loysn [...] løgregluskrásett óhapp. Eingi samanberilig tøl Tíggju ferðsluteljingar og ferðmátingar vórðu gjørdar í oktober 2024. Tær vísa bæði ferðslunøgd og ferð á fimm kommunalum vegum og fimm landsvegum. Á landsvegnum