hevur lógin tikið ognarrætt frá bóndunum, og tí eiga tað aftur at vera jarðareigararnir, sum einsamallir gera av, hvør hevur atgongd til jørðina. Men Sambandsflokkurin tekur frástøðu frá ætlanini. Helgi [...] ferðavinnu eigur at verða endurskoðað. Samstundis verður nevnt, at burðardygdargjaldið skal takast av, og at bøndur skulu fáa møguleika at taka gjald frá ferðafólki. Tá Løgtingið umrøddi røðuna í morgun [...] stríðsmál í føroyskum politikki, serliga spurningurin um rættin hjá fólki at ferðast í haganum. Lógin, sum varð samtykt í farna valskeiði, tryggjar almenninginum atgongd til náttúruna undir ávísum treytum.
avtalu um vápnahvíld, sum eisini fevndi um Libanon. Libanon hevur kortini hildið fram at skuldseta Ísrael fyri framvegis at fremja álop og hava hermenn staðsettar í sunnara parti av landinum. Nýggju álopini [...] Tað upplýsir ísraelski herurin sambært AFP. – Sum svar upp á álvarsamt brot hjá yvirgangsfelagsskapinum Hizbollah á vápnahvíldina hevur ísraelski herurin sett í verk neyvar álop í sunnara Libanon, sigur [...] Libanon og Ísrael, har roynt varð at fáa enda á stríðnum. Í juni samráddust londini um eina avtalu, sum skuldi avvápna Hizbollah og fáa ísraelskar herdeildir úr Libanon. Hizbollah vísti tó skjótt samráðingunum
avlopið millum annað ein avleiðing av ófriðinum millum Iran og Ísrael, sum hevur trýst oljuprísin upp. Greiningin fevnir um tíðarskeiðið fram til endan av juni, sum er fyrsti heili roknskaparfjórðingur [...] Feløgini, sum eru við í greiningini, eru Aramco, BP, Shell, Equinor, TotalEnergies, Eni, Chevron og ExxonMobil. Hægri oljuprísir hava givið feløgunum munandi størri inntøkur, samstundis sum óvissan á altjóða [...] altjóða orkumarknaðinum er vaksin orsakað av stríðnum í Miðeystri.
Framsókn og Miðflokkinum hava lagt fram uppskot um eina nýggja lóg, sum skal geva kommununum heimild at seta mark fyri stutttíðarleigu av bústøðum. Við uppskotinum kunnu kommunur sjálvar áseta, hvussu nógvar [...] tikin av vanliga bústaðarmarknaðinum og í staðin leigað út til ferðafólk. Uppskotssetararnir vísa á, at stutttíðarleiga fleiri staðni ger tað truplari hjá fólki at finna fastan bústað, samstundis sum hon [...] hon kappast við gistingarhúsvinnuna. Uppskotið leggur eisini upp til, at kommunur, sum seta dagamark, skulu hava skrá yvir stutttíðarleigubústaðir og hava eftirlit við, at reglurnar verða hildnar. Tær kunnu
húski kunnu fáa stuðulin. Uppskotssetararnir vísa á, at nógv húski eru hart rakt av hækkandi orkuprísum, serliga tey, sum hava lágar inntøkur og ikki hava ráð at leggja um til aðrar orkuskipanir. Í staðin [...] stuðul til tey, sum hava størstan tørv. Tey halda, at hetta gevur húskjunum størri frælsi at avgera, hvussu stuðulin verður brúktur. Mett verður, at 400 til 500 húski fara at fáa ágóða av broytingini. K [...] Kostnaðurin verður mettur til 3,8 milliónir krónur. Uppskotið er lagt fram av Sirið Stenberg, Bjørg Brynhildardóttur Egholm, Høgna Hoydal, Liljan Weihe, Hervør Pálsdóttir og Eiriki í Jákupsstovu úr Tjóðveldi
Joensen spyr harumframt, um landsstýriskvinnan metir, at tilbúgvingin í Vágum lýkur tey trygdarkrøv, sum eiga at galda fyri eitt øki við meira enn 3.000 íbúgvum og altjóða flogvølli. Eisini vil hann hava [...] Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir hann á, at sjúkraflutningur er ein grundleggjandi partur av føroysku tilbúgvingini, og at borgarar kring landið eiga at hava skjóta atgongd til eina trygga og [...] Hann sigur eisini, at ein stórur vandi liggur í at miðsavna virksemið. Sambært teimum upplýsingum, sum løgtingsmaðurin hevur fingið, kemur tað fyri, at sjúkraflutningsdepilin í Miðvági stendur ómannaður
løgregluni eitt eftirkanningaramboð, sum hevur avgerandi týdning í arbeiðinum at kanna talgild brotsverk. Heimildin er í rættargangslógini, har ásett er, at veitarar av fjarskiftisneti og fjarskiftistænastum [...] Tað er endamálið við einum uppskoti til kunngerð, sum nú er sent í almenna hoyring. Sambært uppskotinum skulu fjarskiftisfyritøkur í Føroyum skráseta og goyma ávísar fjarskiftisupplýsingar, so løgreglan [...] upplýsingar um internetatgongd hjá brúkarum í eitt ár. Uppskotið snýr seg um skráseting og goymslu av upplýsingum um internetatgongd og ikki um innihaldið í samskiftinum. Uppskotið er nú sent í almenna
halda, at tørvur er á eini breiðari ætlan, sum fevnir um fyribyrging, hjálp og viðgerð til tey, sum verða rakt, men eisini um lógarbroytingar og viðgerð til tey, sum fremja kynslig brotsverk. Eiga kynslig [...] Uppskotið er lagt fram av Sirið Stenberg, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Høgna Hoydal, Liljan Weihe, Hervør Pálsdóttir, Eiriki í Jákupsstovu, Ruth Vang, Steffan Klein Poulsen, Jenis av Rana og Sámali Peturi [...] partur av uppskotinum er at endurskoða lóggávuna. Uppskotssetararnir vilja hava mett um revsing, fyrningarfreistir og heimildir hjá myndugleikunum at kanna talgild brotsverk. Teir vísa á, at nógv, sum hava
Sambært Kyiv Independent verður eisini væntandi ein størri útskifting av ukrainskum sendifólkum. Skiftið hendir samstundis, sum Ukraina roynir at fáa USA at lata fleiri Patriot-loftverjumissilir til verju [...] broytingina, og enn er einkinýt sendfólk tilnevnt. Sambært ukrainskum miðlum verður Stefanisjyna kannað av antimuturssmyndugleikunum í Ukraina. AFP skrivar tó, at ongar formligar skuldsetingar eru reistar móti
okkara við okkum, skrivar hann. Sambært Jens-Frederik Nielsen er tað júst hetta, sum ger Grønland sterkt. – Tað, sum ger okkum sterk, er styrkin, vit finna í okkum sjálvum, í samanhaldinum, í mentan okkara [...] ltsleikaran, Nemo Thomsen, og var við til tiltakið Grønland í Tivoli, leggur hann dent á týdningin av grønlendska samanhaldinum. – Sama hvar vit hittast, og sama hvar í heiminum vit eru, standa vit saman