? 3. Hvørjar aðrar fyrireikingar eru gjørdar ella verða gjørdar í ár? 4. Nær verður Gøtudalstunnilin klárur at bjóða út? Viðmerkingar: Í viðmerking til fyrispurningin vísir Hanna Jensen á, at á fíggjarlógini [...] g og aðra fyrireiking í 2025. – Sambært kost-nyttu greiningum munnu tað vera fáar tunnilsverkætlanir, sum geva størri meining enn Gøtudalstunnilin, sum fer at føra ta nógvu og í stóran mun tungu ferðsluna [...] ferðsluna úr Norðoyggjum, Leirvík, Gøtu, Kambsdali og Fuglafirði út um bygt øki og burtur frá vegastrekkjum, sum hava stórt veghall, sigur hon. – Gøtudalstunnilin liggur mitt í meginleiðini úr norður-eystri
varðveitir Tjóðveldi tveir profilar í norður-Føroyum, Eirikur í Jákupsstovu í Klaksvík og Jóhan Christiansen í Leirvík. Tað tala fyri, at tað verður Eirikur í Jákupsstovu, sum fer úr landsstýrinum. Tað merkri so [...] formaður í nevndini, hevur sagt alment, at nátúrligast hevði verið at byrja í toppinum, og tað verður gjørt, um tað verður soleiðis, sum tað ljóðaði í gjár. Tað merkir so, at teir tríggir flokkarnir í samgonguni [...] Felli valið hinvegin á Eirik í Jákupsstovu, so fer hann aftur í Løgtingið, tí hann er fyrsti varamaður hjá Tjóðveldi. Um so verður, so verður hann varamaður fyri Sirið Stenberg í tinginum, og so varðveitir
Miðflokkin í landsstýrinum og í Løgtinginum frá 2002 tiol 2022, er ikki longur limur í Miðflokkinum. Hann er nú limur í Fólkaflokkinum. Hann hevur skift flokk síðani seinasta løgtingsval í 2022, tá hann [...] sigur Bill Justinussen. Fólkaflokkurin hevur ein tingmann í Eysturoy. Tað er Bárður á Lakjuni, sum er úr Fuglafirði og sum býr í Leirvík. Í Runavík fekk Fólkaflokkurin 385 atkvøður á seinasta løgtingsvali [...] tó ein afturgongd upp á 9,1 prosentstig í mun til løgtingsvalið í 2019, tá flokkurin fekk 545 atkvøður, sum svarar til 28,8 prosent. Løgtingsval verður aftur í seinasta lagi 8. desember næsta ár.
Í dag flutti løgmaður fram røðu í sambandi við minningarhaldið fyri teimum sjólátnu á allahalganna degi 1. november. Røðan kann lesast her: Góðu tit øll, Vit savnast í dag at minnast tey sjólátnu, sum [...] teimum er nýliga drigin fram aftur í leikinum “Upphav” – skrivaður og framførdur av Gunnvá Zachariasen. Hetta er um hin stóra vanlukku- og sorgardagin í Hesti 1. apríl í 1919. Ellivu menn lótu lív tann dagin [...] allahalgannadag í fjør er ein føroyingur farin á sjónum: Hergar Torbjarnarson Hansen, Leirvík, 34 ára gamal, doyði 2. januar 2025 av vanlukku umborð á “Glyvursnes”, sum lá við bryggju í Hirtshals. Við hesum
røðu og legði síðan ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Havn. Gudstænastan í Dómkirkjuni klokkan 20 í kvøld fylgir tí almenna minningarhaldinum. Í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og [...] Í dag er Allahalgannadagur, sum eisini er minningardagur teirra sjólátnu í Føroyum. Vit minnast tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum vegna sjúku ella vanlukku. Minningarhald eru ymsastaðni [...] landið, men tað almenna minningarhaldið til minnis um føroyingar, ið eru deyðir í yrki á sjónum, varð hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn kl. 14. Tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri. Á tí almenna minn
vertíðina í ár var 12.000 tons, so vit eru nøgd, sigur stjórin í Tavuni, Joen Magnus Rasmussen. Í løtuni virka tey sild á Tavuni, og stjórin væntar, at soleiðis verður eisini í næstu viku. Í nøkur ár hevur [...] væl at árinum í ár. Tað hevur gingið væl hjá Tavuni í fleiri ár. Soleiðis var í fjør og fleiri undanfarin ár, og alt bendir á, at árið 2025 eisini verður eitt gott ár hjá virkinum í Leirvík. [...] Nú gulllaksavertíðin í ár er liðug, er greitt, at Tavan í Leirvík keypti og arbeiddi 11.600 tons. Vertíðin byrjar vanliga, tá nakrir dagar eru farnir av apríl, og í heyst vardi vertíðin longri enn hon
Á Tavuni í Leirvík arbeiða tey nú sild eftir gulllaksavertíðina, sum nýliga er liðug. - Her verður sildin flakaskorin og skorin í bitar. Síðan verða bitarnir latnir í tunnur og marineraðir. Joen Magnus [...] og virkaður til fars í summarhálvuni. Men, virkið í Leirvík ger eisini burtur úr øðrum fiskasløgum og rávørutilfeingi úr havinum. - Vit fara eisini at keypa og arbeiða brisling í vetrarhálvuni hesaferð [...] Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, sigur, at kvotan, sum virkið í ár hevur fingið tillutaða, bert er 160 tons. Tað merkir, sigur hann, at um skipini fáa sild nakrar fylgjandi dagar, fer sildaarbeiðið á Tavuni
endaði á vegnum í Leirvík í gjárkvøldið, var komin úr Vestmanna í tangabili, og tað var Vestmenningur, sum hevði landað sildina. Á Tavuni í Leirvík skuldi sildin skerast til flak og síðan í bitar, og her [...] her skuldu sildabitarnir fyllast í tunnur og marinerast. Hetta er eitt virksemi, sum Tavan hevur havt í eftirhondini fleiri ár í byrjanini av sildavertíðini. - Vit høvdu fingið tveir bilar við sild úr Vestmanna [...] ímóti, fór avstað aftur seint seinnapartin í gjár, at óhappið hendi. - Eg veit ikki, hvat hendi, og eg veit heldur ikki, hvussu nógv sild endaði á vegnum í Leirvík - og hví bilurin misti sildina. Stjórin
Tað var satt sildarok í Leirvík í gjárkvøldið, tá ein treylari, sum kom av Tavuni í Leirvík, mista nógva sild úr lastini á vegin frá Tavuni og niðan móti Leirvíkstunlinum. Hetta skapti sannan ferðsluruðuleika [...] nakrar ferðir, so tað var ikki heilt proppur í. Í morgun var boðað frá, at tað var sera hált í omankoyringini til bryggjuna í Leirvík, men har varð so aftur farið at reinsa. Boðað er ikki frá nøkrum óhappið [...] um og úr Leirvík slapp ikki ígjøgnum. Tað vardi einar fýra tímar, áðrenn vegurin varð ruddaður so mikið aftur, at ferðslan kundi koyra ótarnað. Vaktleiðarin sigur, at ferðslan tó var leidd í gjøgnum nakrar
nú frá, at koyrandi aftur er gjøgnum Leirvík, eftir at ein bilur um hálvgumsekstíðina misti ein heilan treylara av sild á vegin. Síðan hevur ikki verið koyrandi. Í løtuni eru Landsverk og átaksleiðarin [...] n á staðnum, og nú er koyrandi aftur. Tó verður ferðslan leidd niðan í bygdina eftir Líðarvegi, meðan vegurin verður reinsaður. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at mælt verður til at koyra varliga.