Hjá bólki 5 eru túsundavís av tillutaðum fiskidøgum farnir fyri skeytið gjøgnum árini. Ein avmarkað skipan varð gjørd fyri bólk 5 í 2025, men dagarnir vórðu tillutaðir so seint, at teir ikki kundu gagnnýtast [...] gagnnýtast. Teir 750 dagarnir, sum nú verða latnir, hava júst støði í hesum óbrúktu døgunum. Ein varandi skipan eigur tí at gerast, so óbrúktir dagar kunnu flytast millum ár eins og hjá ørðum skipa bólkum. Ein [...] einfalt ja ella nei. Burðardygd og útróður eru ikki mótsetningar. Okkara uppgáva er at finna eina skipan, sum tryggjar bæði. Sunnudagsbann loysir ikki trupulleikan Tað hevur eisini verið skotið upp at loysa
– skal fáa virkna tá gýtingarstovnurin er niðanfyri eitt ásett vandamark. Men hóast talan er um skipan, sum hevur til endamáls at verja stovnarnir, so var í arbeiðsbólkinum ikki semja um at fáa endur [...] umsitingarætlanina. Umsitingin í Fiskimálaráðnum og Havstovan høvdu tó eitt greitt tilmælið um at leggja skipan við endurbyggingarætlan afturat langtíðarveiðiregluni. Sum landsstýrismaður valdi eg at fylgja hesum