ferðafólk, sum varð tikið fyri handilsstuld í Havn, verður í dag útvíst. Talan er um kvinnuna, sum í gjár varð tikin fyri at hava stolið eina blusu og aðrar vørur úr tveimum ymiskum handlum í høvuðsstaðnum. Løgreglan [...] innferðarbann í tvey ár og sleppur sostatt ikki inn aftur í landið hetta tíðarskeiðið. Umframt útvísingina fær kvinnan bót og skal rinda endurgjald fyri stolnu vørurnar. [...] Løgreglan upplýsti í gjár, at málið fór at verða viðgjørt við atliti at fyrisitingarligari útvísing. Nú hava myndugleikarnir í Danmark tikið avgerð um at útvísa kvinnuna. Hon hevur samstundis fingið inn
ætlanini. Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at hann kennir einki til nakra samgonguavtalu um at broyta ferðavinnulógina. – Hetta er ikki avtalað í samgonguskjalinum, og so vítt eg veit [...] veit, hevur málið hvørki verið fyri landsstýrið ella verið viðgjørt í samgonguni, sigur hann. Hann vísir á, at ferðavinnulógin varð samtykt undir undanfarna landsstýrinum í semju millum samgonguna og Sa [...] Sambandsflokkin. – Vit fara ikki at taka undir við at spola hesi tingini aftur, staðfestir Helgi Abrahamsen. Ferðavinnulógin hevur í fleiri ár verið eitt stríðsmál í føroyskum politikki, serliga spurningurin
herurin í einari fráboðan. Avgerðin skal forða fyri teimum vaksandi álopunum, sum ísraelsk niðursetufólk fremja móti palestinum kring Vestara áarbakka. Stongingin er bert galdandi fyri ísraelar og ikki fyri [...] hernaðarøki fyri fólk, ið ikki búgva har. – Fáa vit eina einastu fráboðan um brot á boðini, verða IDF-hermenn sendir á staðið. Teir fara at spjaða mannamúgvur og afturhalda illgrunasom fólk fyri at verja [...] Umleið 50.000 kristnir palestinar búgva á Vestara áarbakka og í Jerusalem. Fleiri av týdningarmestu heilagu støðunum í kristnu trúnni eru í økinum. RITZAU/Reuters
sannførdi tó ikki nei-síðuna. Hon legði millum annað dent á, at Ísland framvegis skal vera sjálvstøðugt – ikki minst í spurninginum um fiskirættindi. Fleiri ES-ivasamar røddir ynsktu í dagd Íslandi tillukku [...] ferð um limaskap í ES í 2009, tá ein mið-vinstrastjórn sat við valdið. Samráðingarnar byrjaðu árið eftir. Tilgongdin steðgaði tó í 2013, tá ein stjórn, sum var meira ivasom um ES, tók við. Í 2015 bað Ísland [...] íslendska kringvarpinum RÚV. – Eg síggi hetta ikki sum eitt afturstig. Eg síggi tað sum ein sigur fyri fólkaræðið. Meira enn 80 prosent av fólkinum tóku lut í einari fólkaatkvøðu um eitt mál sum hetta, segði
Valhølini eru opin í Íslandi, har fólkið í dag skal svara einum spurningi, sum kann fáa stóran týdning fyri politisku kósina hjá landinum. Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka samráðingarnar [...] boðað frá, at spurningurin um íslendskan ES-limaskap ikki verður tikin uppaftur í hesum valskeiðinum. Valhølini lata aftur í kvøld Flestu valhølini í Íslandi lata aftur klokkan 22 íslendska tíð. Tað er [...] um, hvørt Ísland skal gerast limur í ES. Spurningurin er, um íslendska stjórnin skal taka samráðingarnar um ein møguligan limaskap uppaftur. RÚV hevur greitt frá, at um ja-síðan vinnur, verður uttanlandsnevndin
stórar partar av ES-lóggávuni í gildi, men hevur ikki atkvøðurætt í stovnunum hjá samveldinum. Núverandi samgonga varð skipað eftir altingsvalið í 2024. Hon hevði sett sær fyri at lata fólkið avgera, um [...] fólkaatkvøða í Íslandi um framtíðarviðurskiftini við ES. Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum. Talan er sostatt ikki um eina fó [...] stjórnin heimild til at samráðast við ES um treytirnar fyri einum møguligum limaskapi. Ein endalig avtala skal seinni leggjast fyri íslendska fólkið í einari nýggjari fólkaatkvøðu. Sera javnt millum ja og
limaskap í ES uppaftur. Tað vísa tøl hjá íslendska kringvarpinum RÚV, nú fimm av teimum seks valdømunum eru tald upp. Bert eitt valdømi er eftir, men sambært RÚV skal ja-síðan vinna hetta valdømið við í minsta [...] langa tíð. Í morgun umleið klokkan átta føroyska tíð høvdu 47,5 prosent atkvøtt fyri at taka ES-samráðingarnar uppaftur, meðan 52,5 prosent høvdu atkvøtt ímóti. Umleið 270.000 fólk hava valrætt í Íslandi [...] Endaliga valluttøkan er ikki kunngjørd, men væntað verður, at hon hevur verið høg. Meira enn 188.000 atkvøður vóru taldar upp fyrrapartin. Ísland søkti fyrstu ferð um limaskap í ES í 2009, árið eftir fíg
hava fyribils sett punktum fyri ætlanini um at taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Í fólkaatkvøðuni leygardagin søgdu 52,8 prosent nei, meðan 47,2 prosent atkvøddu fyri at halda fram við samráðingunum [...] leggjast fyri fólkið í einari nýggjari fólkaatkvøðu. Stjórnin virðir úrslitið Forsætisráðfrúan, Kristrún Frostadóttir, sigur, at stjórnin virðir úrslitið og ikki fer at halda fram við ES-tilgongdini í hesum [...] arbeitt fyri at fáa samráðingarnar við ES uppaftur. Høvuðsstaðurin fyri – restin ímóti Úrslitið vísir ein týðiligan landafrøðiligan mun í Íslandi. Reykjavík var einasta valøkið, har meiriluti var fyri at taka
búð lógliga í Føroyum í meira enn trý ár. Í hesum førum verða í dag eingi krøv sett um føroyskan málførleika. Tað er tó ein grundleggjandi treyt, at útlendingurin framvegis lýkur treytirnar fyri upprunaliga [...] sambært svarinum, at útlendingurin skal hava staðið roynd í føroyskum sum annaðmál á einum ávísum stigi. Eingin málkrøv við familjusameining Í dag eru í høvuðsheitum tveir bólkar av útlendingum, sum kunnu fáa [...] varandi uppihaldsloyvi, tá tey hava búð lógliga í Føroyum í meira enn sjey ár. Tey skulu í einari integratiónssamrøðu vísa á, at tey hava ognað sær kunnleika í føroyskum máli umframt vitan um føroyska mentan
Nordmøre í Noregi eru ákærdir fyri at hava selt fisk, sum ikki var egnaður til mannaføði, fyri næstan 50 milliónir norskar krónur. Hetta svarar til umleið 32 milliónir krónur í okkara peningi. Økokrim í Noregi [...] milliónir norskar krónur, sum svarar til stívliga 15 milliónir í okkara peningi. NRK veit at siga, at málið kemur fyri í norsku rættarskipanini í januar mánaði næsta ár, og níggju dagar eru settir av til [...] størsta mál av sínum slagi í Noregi nakrantíð. Samanlagt hava menninir selt fleiri enn 550 tons av fiski til viðskiftafólk bæði innan-og uttanlands, og hetta er sambært ákæruni hent í árunum, 2018 til 2023