verða løgd oman takið í myllu-húsunum, sum er bygt við Løkin í Runavík. Síðan verður plantað í moldina. Nær myllu-húsið verður liðugt, sigur Andre, at tað dugir hann ikki at siga í løtuni. Hann vísir á [...] niður har. Sjálvur var Andre eitt ár í Noregi hjá Mads, har hann gekk í framhaldsskúla. Hann fylti 15 ár har yviri. Í Noregi arbeiddi Andre eisini á garðinum og í skógini um veturin. Leiðin higar Men hvussu [...] ongantíð verið uppá tal at flyta burtur aftur, sigur hann. Í mai í ár hevur Andre starvast sum arbeiðsformaður hjá Runavíkar kommunu í samfull 28 ár. Í mong ár fevndu arbeiðsuppgávurnar hjá honum og hansara
hovbingar eisini. Pápi hevði siglt við øðrum fram til hendan dag. Hann hevði verið dekkari í seinni helvt av fýratiárunum og fyrst í fimtiárunum, síðan stýrimaður seinni í fimtiárunum og inn í sekstiárini. [...] ligið líka sum í luftini seinastu mánaðarnar. Teir eru sjónliga rørdir at tí sum liggur fyri framman. Hesin træbáturin, 50 tonsarin, sum er bygdur á Frederiksværk í 1948, kom í okkara familju í 1984, og tá [...] verið burtur í fimm ár, deyður og farin. Tað bylgist innan í mær, eg sakni hann líka nógv enn. Hann roykti seg í hel, størsti nikotinelskari eg nakrantíð havi møtt, 50 sigarettir um dagin í 50 ár, tað sleppir
vilja so fegin, at føroyskir næmingar eisini fáa lut í spennandi tilboðunum á skúlanum, sigur Rikke. Papya - Eg eri uppvaksin í Tanzania, har pápi mín arbeiddi fyri Danida. Eg var einasta hvíta genta á skúlanum [...] Rikke Forchhammer og Nils Ekner vitja í hesum døgum í Føroyum. Tey umboða fyrst og fremst Krogerup Højskole, sum fegin vil geva føroyingum lut í sínum tilboðum, men hesi bæði hugagóðu fólkini umboða eisini [...] tráðurin í teirra tilveru. Mandela og heimsfatan Hóast tey fyrst og fremst á Føroyaferðini umboða Krogerup Højskole, so slepst ikki undan upplivingum og arbeiði teirra í samband við Mandela Miðdeplinum í Danmark
Ingvør Nolsøe, sum í 22 ár hevur átt og rikið reklamuvirkið Stephansons Hús í Havn. Fyrstu árini í Vágsbotni, tey seinastu nógvu árini á Kongabrúnni. Hon er 47 ára gomul, fødd og uppvaksin í Klaksvík, eigur [...] ein trupulleiki. Vit eru fýra starvsfólk í Stephansons Húsi og tvey teirra hava fingið eitt barn í ár. Annað teirra, ein pápi, gjørdi av at vera heima hjá barninum í tveir mánaðir, og vit funnu eina skipan [...] kvinnur fara í verjustøðu. Tað sum er rættiliga spennandi í dag er, at tey kvinnuligu virðini eru farin at tala til leiðarar. At liva seg inn í, at føla við og hvørt av sínum. Ein nýtímans leiðsla í dag leggur
mítt lív, vísir hon á. Sum prestur í Føroyum, fyrst við heimstaði í Fuglafirði og nú í Havn, hevur Anne Mette eisini havt hundraðtals konfirmantar til undirvísing, og í líka so nógvum førum havt sum uppgávu [...] mars 1973 í Havnar kirkju av Kjartan Mørkøre, presti. Ørindið, ið hann fekk skrivað inn í sítt bláa Nýggjatestamenti var úr Lukas 16, 10: ”Tann, sum er trúgvur í tí minsta, er eisini trúgvur í stórum”. [...] ASBJØRN MIKKELSEN av Skála. Hann var konfirmeraður tann 18. oktober í 1970 í Selatraðar kirkju av Johannes Follend, presti. Eins og í so mongum øðrum kirkjum fekk hvør einstakur konfirmantur sítt Nýggj
allar í sera góðari venjing, sigur Randi úr Havn, sum í tvey kappingarár hevur staðið í málinum hjá KÍ. Í mong ár hevur hetta kvinnuliðið í Klaksvík havt eina serstøðu innan føroyskan fótbólt, og í ár sær [...] Tær eru á odda, hava spælt sjey dystir uttan tap og eiga í løtuni fýra tær mest málskjótandi kvinnurnar í landinum. Randi gongur í løtuni í skúla í Hoydølum, og hevur enn ikki avgjørt, hvat hon skal gera [...] altíð verið í HB, tí pápi mín var so nógv har, sigur hon. Og tá Randi so var um sjey ár til aldurs, tók hon eitt stig nærri lívinum sum fótbóltsspælari. Tá spældi hon nevniliga sín fyrsta dyst í HB-troyggjuni
beiggjar, sum spæla við. Haraftrat hevur pápi hennara fyrr verið venjari hjá ÍF. - Karl og Bogi spæla við ÍF. Eg eri tí altíð og hyggi, tá ÍF spælir. Steffan, lítlibeiggi mín, og eg eru til hvønn dyst og hyggja [...] Karl. Bogi Løkin hevur síðstu árini verið fastur maður á føroyska landsliðnum eins og pápi hansara, Abraham Løkin, var í 80unum. Síðsti dysturin millum Føroyar og Eysturríki á Tórsvølli var nakað heilt serstakt [...] Boga, sigur Elin at enda, sum vónaði til tað síðsta, at Bogi fór at skora í steypafinaluni. - Eg hopaði, at Bogi fór at skora aftur í dag. Men so má tað vera næstu ferð.
uppruna frá týska pápanum. Hvat er tað besta, sum er hent í 2019? - At myrku skýggini í míni sál blivu til sólskin - at eg fekk mót upp á lívið aftur. Í árinum var eg eisini so heppin at uppliva, at fýra av [...] var umborð á Halgafelli í farmavinnuni. Hetta vóru eisini hugnalig jól við góðum mati, gávum og jólaevangelii. - Tá vóru samskiftismøguleikarnir ikki teir somu sum í dag. Pápi plagdi at senda hondskrivaði [...] at ein vitjan í kirkjugarðinum er eisini á skránni á jólum. - Konan er donsk, so fleskasteik var á matarlepanum jólaaftan. Annars var vanligt jólaaftan at eta ræst kjøt úr ovninum allan mín uppvøkstur. Og
var nú inni í býnum. Fleiri av teim í dag heilt góðu rennarunum í Rennifelagnum Treysti eru sprottin burturúr hesum stevnukappingunum, sigur Guttorm Sørensen. Í 1998 verða trý rennifeløg í landinum, og [...] búði øll síni barnaár. – Tá man búði í Hvannasundi, lá tað í kortunum, at man skuldi verða fiskimaður. Abbi, pápi og pápabeiggjar vóru allir fiskimenn, so eg var við í tí lívinum frá byrjan av, sigur Guttorm [...] og varð enn einaferð løgd í gips. Renningin byrjaði í Danmark Hondin varð ongantíð tann sama aftur, og tí steðgaði lívið umborð eisini. Fyrst í hálvfemsinum vóru tíðinar í Føroyum eisini við at verða
óri í Tórshavnar kommunu eftir 1. januar 2017, hevur sum vant hildið jólini í Havn. - Jólaaftan vóru pápi mín, tvær systrar og børn teirra hjá okkum. 1. jóladag vóru vit boðin heim til beigga mín, og 2 [...] Jákupsstovu-fólkinum í Havnardali. Maturin um jólini er dunnur og gæs - og so eisini onkur grønur rættur til summi av teimum ungu, ið ikki eta so nógv kjøt. - Eg keypti nakrar jólagávur í Danmark, men tær [...] tær flestu vórðu keyptar í Føroyum, sigur komandi varaborgarstjórin. Gunvør Balle sigur, at ringa veðrið um jólini sum so ikki hevur ávirkað jólini hjá teimum - annað enn, at gongutúrarnir hava verið avmarkaðir