Copenhagen Business School í 1991. Beinta og familjan fluttu heimaftur í 1991, tá ið hon fór í starv á marknaðar- og organisatiónsdeildini í Føroya Banka, har hon var í fimm ár, til hon kom á Landsgrannskoðanina [...] á Tórshavnar skipasmiðju í 1981, men helt fram at arbeiða har í trý ár, til maðurin og hon fóru undir hægri lestur í Danmark. Fyrst tók hon hægri handilsskúla á Tietgenskolen í 1987 og síðani HA á Copenhagen [...] árslok í 2007, tá ið nýggjar avbjóðingar stóðu fyri framman, men tó á sama arbeiðsplássi. Beinta gjørdist landsgrannskoðari 1. januar í 2008, og starvið hevur hon røkt síðani. Tað er formansskapurin í Løgtinginum
Í sambandi við FM í landavegssúkkling verður tunnilin stongdur fyri vanligari ferðslu tvær ferðir í dag. Fyrru ferð verður tunnilin væntandi stongdur frá umleið klokkan 11 til 11.30 og seinnu ferð umleið [...] Tíðirnar kunnu broytast alt eftir gongdini í kappingini. FM-kappingin byrjar á Skála klokkan 10 og gongur millum annað eftir Skálafjørðinum, gjøgnum Runavík og Rituvík, til Toftir og gjøgnum Eysturoyartunnilin
kortini úr at gera í gjár. Millum klokkan 9 og 13 var ferðsluløgreglan á patrulju í Havn, Norðurstreymoy og Runavík. Fýra mál vórðu skrivað fyri ov nógva ferð. Trý av málunum geva klipp í koyrikortið. Tveir [...] frádøming av koyrikortinum. Í Havn varð ein bilførari tikin fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum. Løgreglan skrivaði eisini mál, tí eitt barn ikki sat íbundið í bilinum. Tað gevur klipp í koyrikortið. Harumframt [...] tá ið trý ár eru liðin. Bilurin, sum hvarv í Klaksvík, er komin afturíaftur. Hann hevði fingið onkran minni skaða. Hann hevði ongar nummarplátur. Løgreglan í Klaksvík arbeiðir víðari við málinum.
eitt av heilt kendu fótbóltsnøvnunum í Gøtu, og soleiðis hevur tað verið í fleiri ættarlið. Í dag áttu Jarnskor menn trý av teimum fýra málunum í Runavík. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað 18 ára gamli [...] og Fríði var aftur upp á spæl, tá ið hann í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti 4-1 sigurin. Hann hevur skorað 11 mál í næstbestu deildini higartil í ár. Rani Hansen økti 10 minuttir undan steðginum [...] strúkandi hjá teimum næstbestu víkingunum. Í dag vóru teir hinumegin Gøtueið og spældu grannauppgerð ímóti NSÍ, og teir høvdu trivaligan 4-1 sigur við sær aftur í Sarpugerð. Nú annar triðingur av kappingin
munandi í fjør, rokna kommunurnar við einum størri halli í ár. Fíggjarætlanirnar fyri 2026 vísa eitt samlað hall á 179,7 milliónir krónur. Tað er góðar 139 milliónir krónur meira enn staðfesta hallið í 2025 [...] munandi betur frá 2025 enn árinum fyri. Tilsamans høvdu kommunurnar eitt hall á 40,4 milliónir krónur í 2025. Í 2024 var hallið 347,8 milliónir krónur, og talan er sostatt um eina betran á 307,4 milliónir krónur [...] milliónir krónur í 2025. Veruliga úrslitið gjørdist sostatt 129,5 milliónir krónur betri enn mett. Hetta komst fyrst og fremst av, at kommunurnar fingu 256,7 milliónir krónur meira inn í skatti enn væntað
Kambsdali og Miðnám í Suðuroy Løgtingshúsið og bygningarnir í Tinganesi Kringvarp Føroya Fróðskaparsetur Føroya og Landsbókasavnið apotekini í Havn, Klaksvík, Runavík og Suðuroy Akstovan í Havn, Klaksvík og [...] læknahús – Kirkjubrekkan 13 Apotekið í Suðuroy – Undir Heygnum 4 Porkeri Verkstað hjá Landsverki – Í Skørðunum 2 Umsiting hjá Landsverki – Í Skørðunum 2 Ørðavík Maskinmiðstøðin í Øravík – Fámjinsvegur 14, tríggjar [...] Maskinmiðstøðin í Kollafirði – Landsfjósið 2 Goymsla hjá Maskinmiðstøðini – Landsfjósið 1 Royndarstova í Hundsarabotni – Hundsarabotnur 2 Búnaðardepilin – Frammi í Dal 166 Fjósið – Frammi í Dal 166 Verkstað
súkklufelagnum í Klaksvík, Norðstrok, so venja Pauli og Kostas javnan saman í súkklufelagnum í Eysturoy, Troy. Ynskir Troy at fáa bæði í posa og sekk, so er ikki óhugsandi at finalan í morgin verður koyrd [...] traðkast, og kom á mál sum 4. maður, í 4. etapu. Sera flott hjá unga strandinginum, sum kom á mál sjey sekund frammanfyri EM vinnarin í Ironman, Andrass Joensen. Finalan Í morgin verður 5. og seinasta etapa [...] liðugt, verður tikið til, men spæla Pauli og Bergtór kortini rætt í morgin, so verður hetta allarhelst endaligu plaseringarnar. Kostas hevur í vikuni barst við at sleppa av við krímið, sum hevur argað síðan
Tað var kommunuppgerð í Runavík í kvøld. NSÍ vann 4-0 ímóti Skála ÍF, og tað sást einki til, at tað vóru teir í NSÍ, sum hóskvøldið í nógvum hita vóru í europeiskum ódnarveðri í Sveis. Trivaligi sigurin [...] til 4-0 bar við sær, at tað bar til hjá NSÍ meiri at taka sær av løttum við tí í huga, at stór avbjóðing í Europa bíðar í Klaksvík hóskvøldið. Viljormur Davidsen fór av vøllinum, tá ið ein hálvur tími [...] stigum, Víkingur er á triðja plássi við 32 stigum, og feløgini í Gundadali – HB og B36 – hava 30 stig. At Klæmint A. Olsen, sum fyri fyrstu ferð í langa tíð var millum teir fyrstu ellivu, tíggju minuttir eftir
Í kvøld klokkan 19 spæla NSÍ og Skála ÍF dyst í Meistaradeildini hjá monnum á vøllinmum við Løkin í Runavík. Tá liðini hittust undir Mýruhjalla á Skála 26. apríl endaði dysturin við javnleiki 3-3. NSÍ [...] NSÍ er næstfremst í deildini við 34 stigum. Skála ÍF er aftast við 14 stigum. NSÍ hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Oddsini upp á heimasigur til NSÍ
Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Runavík. Máltalvan vísir 4-2, og tað er bæði lætti og sera stórur fagnaður í heimaleguni, meðan teir í EB/Streyma leguni hanga við høvdinum. NSÍ sigurin ber við [...] kroystir. EB/Streymur er í vanda fyri at flyta niður, og EB/Streymaspælararnir tevjaðu av álvara blóð í seinna hálvleiki. Sum tíðin leið, sást tað væl, at NSÍ liðið hóskvøldið var í europeiskari uppgávu. [...] Skytte, sum aftur í dag var fremsti maður, sum setti bóltin í málið eftir innlegg frá Beinir Nolsøe, og so var 2-0. Beinanvegin eftir steðgin sást, at EB/Streymur var ágangandi, og í 63. minutti var tað