báðum førunum máttu liðini úr Havn lúta. Í høllini á Skála eydnaðist tað StÍF at vinna 33-28 á verandi meistarunum, Kyndli. Í steðginum vóru strandingar á odda 15-13. Pauli Rasmussen var við 11 málum stórskjútti [...] Tobias Thisen var við seks málum toppskjútti hjá Kyndli. Neistin mátti á heimavølli í høllini á Hálsi í Havn lúta 21-26 fyri VÍF, ið var á odda 13-11 í steðginum. Lýðar í Dímun var við seks málum toppskjútti
, um at fólk í Fuglafirði nærindis havnarlagnum máttu lata hurðar og vindeygu aftur, at ammoniakk lak úr grønlendska trolaranum Tassilaq, sum liggur við bryggju har. – Teir funnu beinanvegin lekan hava [...] serligum kemikaliidraktum fóru inn at bæsa lekanum við vatni, sum bindur ammoniakkið. Soleiðis slapst fram at at umvala ventilin. Ammoniakkið rennur bara út við vatninum, og tað stendst eingin dálking av tí
samsvarar illa við veruleikan, sum borgarar á Tvøroyri hava livað í leingi. Hvar var ábyrgdarfulla leiðslan á P/F Varðin Pelagic í alt summar, meðan vaksin og børn gingu við migrenu og máttu rýma úr hús og [...] Varðin Pelagic eina goymslu við 34 tonsum av ammoniakki í miðbýarkjarnanum á Tvøroyri. Hetta umboðar ein dagligan vanda og djúpa ræðslu, sum borgarar á Tvøroyri skulu liva við. Í londunum rundan um okkum [...] minst 200 metur, um talan er um búsetingar við meira enn 150 fólkum. Her hjá okkum á havnarlagnum á Tvøroyri eru innan fyri ein radius á 200 metur: fólkaskúlin við øllum børnunum, handilsvirksemi, hotelvirksemi
liðfelagarnir í HØJ taptu greitt 22-33 fyri Esbjerg á útivølli. Longu í steðginum var Esbjerg frammanfyri við níggju málum. 20-11 var hálvleiksstøðan. HØJ hevur heldur ikki megnað at fingið stig í trimum teimum [...] á heimavølli at vinna 27-23 á SIK Viborg. Heimaliðið var frammanfyri 12-8 í steðginum. Rannvá var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Ejstrup/Hærvejen. Talan er um fyrstu stigini hjá Rannvá og liðfeløgum
- Vit hava fingið nakrar broytingar við, sum hava stóran týdning fyri okkum, og tí kundu vit við hampuliga góðari samvitsku gera hesa semjuna. Soleiðis sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum [...] apríl 2024. Nýggi sáttmálin kann sigast upp við tveir mánaða freist at fara úr gildi aftur longu 1. apríl næsta ár. Broytingar, serreglur og protokollat Við semjuni eru sjey broytingar gjørdar í sjálvum [...] ikki ynskir at tingast um ítøkiligar broytingar, uttan at hini bæði manningarfeløgini eisini eru við, máttu vit parkera málið í einum protokollatið fyribils, men tað verður avgjørt talan um eina stutttí
Sambært vakthavandi á politistøðini gekk alt væl við kroatisku fótbóltsfjepparunum, sum vóru her. Løgreglan hevði fingið styrk úr Danmark, so vælmanna løgreglulið sóust í býnum longu dagarnar undan dystinum [...] dystinum. – Alt gekk væl undir dystinum og í sambandi við dystin annars, sigur vaktleiðarin. Men gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan frá einum matvøruhandli, at tveir mans høvdu stolið kjøtvørur fyri [...] stuldur. Teir sluppu at gjalda vøruna og fingu eina straksbót upp á 750 krónur í bót í part, sum teir máttu rinda á staðnum, og so var málið avgreitt.
eftir at skipið hevði lagt til bryggju á Krambatanga. Soleiðis sigur eitt av ferðafólkunum, sum var við Galaxy úr Havn og suður til Tvøroyrar fyrrapartin. Tað var klokkan 10 í morgun, at Galaxy fór av Havnini [...] portrið ikki upp, og hvørki ferðafólk ella bilar sluppu í land. Ferðafólkið, sum vit hava skift orð við, sigur, at tað tók tað mesta av einum tíma, áðrenn ferðafólk sluppu í land. - Vit skiltu, at ein h [...] portrið ikki upp, tá vit høvdu lagt til bryggju á Krambatanga. Nøkur ferðafólk og nakrir bilar vóru við Galaxy á túrinum til Suðuroyar í morgun. ##med2##
spískaðar til við slíkari sarkasmu, at sjálvt tey kritiseraðu máttu smílast, áðrenn tey østu seg. Í fjør vár varð hansara fjølbroytta lív, har hann eisini setti orð á seinastu árini við krabbameini, so [...] av sær sjálvum eftir hjá tær, tá tú vart liðugur at diskutera journalistikk við hann. Tú kundi vera samdur ella ósamdur við hann, men altíð hekk okkurt eftir. ##med2## Tí vóru tað eisini mong, sum høvdu [...] vildi deila sín brennandi áhuga fyri journalistikkinum við onnur. Tað gjørdi hann í sendingum sum Pressan og Skannarin, og tað gjørdi hann annars við eitt og hvørt høvi, ið honum varð boðið. Hann var altíð
Plock hevði fleiri málmøguleikar enn heimaliðið, men tað var heimaliðið sum dugdi at taka av, og so máttu Andrias og liðfelagarnir av vøllinum fyri fyrstu ferð hetta kappingarári uttan nakað stig. Heimaliðið [...] leikarin hjá Wisla Plock, ið fekk næstbesta karakterin. Wisla Plock er framvegis fremst í deildini við 16 stigum fyri sjey dystir. Gornik Zabrze hevur 12 stig á øðrum plássinum, men hevur spælt ein dyst
gerast av við shoot-off. Báðir raktu 10’aran, men Albert var nærri miðjuni og tryggjaði sær tískil hálvfinaluplássið. ##med5## Albert Dam og Jógvan Niclasen máttu avgera fjórðingsfinaluna við Shoot-off [...] Strøm Winther úr Team SuðurSkoti royndi seg fyri fyrstu ferð í kapping uttandura, hon var tó einsamøll við berboganum, so tað var greitt frammanundan, at hon vann FM-gullið. Í øllum hinum bogaflokkunum var [...] enn seks skjúttar kappaðust hesa ferð. Rógvi Mohr úr Tambum, sum ikki hevur skotið í fleiri ár, var við aftur, og eisini Albert Dam úr Ørvi, ið hevur skotið ser lítið seinastu árini. Hinir fýra hoyra til