arbeiðir í Kallkyn, og hon spurdi meg, um eg hevði hug at ganga modell. Síðani havi eg gingið modell fyri Kallkyn, sigur Thomas. Fyri at basa nervunum, roynir Thomas at hugsa um, at eisini onnur skulu ganga modell [...] og gekk fyri Sparta-Sport í Gøtu. Eg kendi stjóran á Sparta Sport, og ein dagin spurdi hann meg, um eg hevði hug at ganga modell fyri handilin. Síðani havi eg gingið modell av og á, sigur Jákup Olsen [...] hann, at tað fer at bera til. Men tá hann so er komin á pallin, tá fara nervarnir veruliga at gera um seg. Men tað klárar Jákup við at smílast nógv, finnur taktina í tónleikinum, og leggur dent á hvussu
tunnur um samdøgrið. Fyrsta oljan frá feltinum kom upp í 1988 og vara goymslurnar til 2017. Íløgan í alt feltið er uppá umnleið 50 milliardir kr. Úti á oljupallinum fingu føroyingar kunning um arbeiðið [...] Sture-oljuterminalinum. Øll oljan frá Oseberg og nærliggjandi feltum verður flutt um rørleiðing til lands, umleið 700.000 føt av olju um dagin ella 1% av allari heimsframleiðsluni av olju. Hóast norðmenn hava verið [...] eisini tað, sum føroyingar við egnum eygum og oyrum sanna, tá teir vitja ?Oljunoreg?. So var eisini nú um dagarnar, tá ikki færri enn 17 føroyingar vórðu bodnir til Noregs at síggja nakað av virkseminum hjá
Einki bræv er komið afturat frá FIFA um, hvussu tað verður við rættinum hjá Jan Dam at spæla, tá landsliðið um ein mánað skal til Spania. Men tað er púra greitt, at um liðformaðurin fær gult kort seinnapartin [...] teir væl fingið fleiri mál. Síðani gekk betur, og eg royndi at finna út av, um tað var tí kekkarnir minkaðu um trýstið, ella um tað var tí, at okkara menn fingu skil á og spældu betri, enn teir høvdu gjørt [...] allar besta.Mótstøðumenninir hjá okkum kunnu vinna, sjálvt um fleiri teirra ikki spæla upp til sítt besta, meðan vit verða sektaðir rudduliga, um vit ikki allir eru uppi á tærnum. ? Men eg ivist onga løtu
týdning í málinum, sum nú er. Hin vandin hevði verið størri, um hann t.d., tá kanningin var liðug, fekk Den Danske Bank sum kunda. Tá kundu vit tosa um løn fyri bílagt arbeiði, sigur Jógvan Páll Lassen. [...] uppgávur, so steðgar alt upp. - Vit kunnu taka dømi úr úr løgfrøðiliga heiminum og samanbera við hetta. Um vit generalisera, so kann ein dómari ikki hava lønarkonto í einum banka, sigur Jógvan Páll Lassen. [...] leiklut í tí, sum kannað verður. - Nú kenni eg ikki reglurnar fyri eygleiðararnar, men hetta ikki er dømi um inhabilitet, so veit eg ikki, sigur Jógvan Páll Lassen. - Uppaftur stuttligari er tað, at føroyingar
Tað er eitt annað Noreg tú møtir um eitt ár, um Carl I. Hagen sleppur framat stjórnarbygningunum í Oslo. Allir vegir í Noregi skulu bera seg sjálvar fíggjarliga, óansæð um teir liggja í Oslo ella á Finn [...] Oslo, Inge Lønning, sigur um Carl I. Hagen, at meðan hann roynir at jagstrað allar minnilutar av útlendingum í Noregi út av landinum, so fær hann tað til at síggja út sum um hann sjálvur er tann mest jagstraði [...] Finnmarksvíddini. Norski Framsóknarflokkurin vil endavenda norska samfelagnum um hann kemur framat. Sosialurin hevur hugt nærri at Stórtingsskránni hjá norska Framsóknarflokkinum fyri komandi fýra árini.
ikki bara var um dagin, men at tað eisini bleiv skipað ein náttavakt, sum kundi leypa inn á gólvið hjá eldri fólki eina tvær, tríggjar verðir um náttina eisini. ? Tað kundi bøtt nógv um tørvin á plássum [...] neyðugt at pensionistar úr øllum landinum hittast eina ferð um árið at tosa um felags viðurskifti og at koma við uppskotum um, hvussu bøtast kann um umstøðurnar hjá teimum. ? Eitt annað endamál við hesum tiltakið [...] av smøri ókeypis um vikuna. Men pensionistafelagið liggur ikki á latu síðuni. Tey hava handað landsstýrinum eitt drúgvt og væl gjøgnumarbeitt uppskot um, hvussu bøtt eigur at verða um umstøðurnar hjá
móti SÍ. Næstu ferð spæla teir móti Fram, og tá fara teir at royna at koma upp um KÍ eisini, fyri at sleppa undan at spæla um niðurflyting. GÍ móti endanum Gøtumenn vóru sunnudagin á vitjan í Klaksvík, og [...] Kim Petersen, tá hann væl úti frá lyfti upp um málverjan. Í seinna hálvleiki javnaði John Havn tá hann gjørdist leysur, og løtu seinni legði hann KÍ fram um, tá hann stríddi seg til ein bólt í GÍ-brotsteiginum [...] móti KI, at møguleiki framvegis er fyri at sleppa undan at spæla um niðurflyting. B71 var á odda 1-0 í hálvleikinum. Teir komu eisini fram um 2-0, men so javnaði SÍ til 2-2. Tá Eirikur Poulsen, Julian Thomsen
Kostar einki at venja Sum øll onnur, fegnast formaðurin í HSF um avrikið hjá VÍF í Europa-Cup, men hann heldur ikki, at tað ber til at leypa á leistum út í Europa bara við einum slíkum úrsliti í rygginum [...] rygginum. Ingi Olsen segði nøkur skilagóð orð við Sosialin um, at tað ber til at hava venjingar, tí tær kosta einki. Og har eri eg samdur. Vit hava einki á tapetinum enn, men eitt gott hugskot hevði verið
Føroyum. Tað vita vit, tá tað snýr seg um veðrið og upp- og niðurgangstíðir. Og at tað eisini í fótbólti ofta gongur skjótt hvønn vegin, er so ofta komið fyri. Síðsta dømið um hetta er úr hesi vikuni. Mánakvøldið [...] mánakvøldið vunnu 3-1 ímóti B36, kunnu teir sjálvir gera av, um triðja FM heitið á rað skal koma til høldar annað mánakvøld, tá teir fáa vitjan av Skála. Um NSÍ vinnur í Fuglafirði komandi mánakvøld og ímóti Skála [...] tey so stór, at tey kostaðu mál. Talan var um 1-0 málið tíðliga í 1. hálvleiki, tá bólturin eftir NSÍ fríspark úti í høgra verjuborði varð givin til Jákup á Borg, ið sendi innfyri til Tórolvur Poulsen, sum
Tað var ongantíð ein spurningur, um FCK fór at vinna á Ararat Jerevan hóskvøldið, men heldur var tað ein spurningur, hvussu nógv keypmannahavnar liðið fór at vinna. Úrslitið var 3-0, og hóast tað ikki [...] ikki var nóg gott, tá hugsað verður um allar møguleikarnar, sum heimaliðið hevði at gera væl fleiri mál, so verður mett, at málmunurin er so mikið stórur, at tað fer ikki at bera til hjá armenska liðnum at [...] at vinna hann innaftur, tá liðini um tvær vikur fara at hittast í Jerevan. Todi Jónsson var blandaður upp í, har tað gekk fyri seg nógv mestu tíðina. Hann skoraði fyrsta málið, tá sekstan minuttir vóru