legði Árni Olafsson aftrat og vísti á, at fiskivinnan er nr. 1 á føroysku dagsskránni. Brúkið fantasiin Formaðurin í Oljuráðleggingarnevndini hevði eisini eina áheitan á oljufeløgini. Hann vónaði, at tey [...] stevnu. -Vit fáa á henda hátt nógv at vita frá teimum, sum eru uppi í vinnuni og hetta gevur okkum so aftur møguleikar at tjakast um hesar spurningar, og tað er umráðandi nú undan viðgerðini á tingi av komandi [...] kundi fáa fleiri bein at standa á búskaparliga. Hann vísti til fyrilesturin hjá Hjalta í Jákupsstovu, har hesin hevði ávarað móti tí skaða, sum seismikkurin kundi gera á eitt nú gýtingarstovnarnar. Hann
úrslitið hetta vikuskiftið. Sandinginar, sum bert høvdu eitt stig við sær til Vágarnar, tóku øll á bóli, við at vinna á SÍ, sum kom niður úr 2. deild í fjør. Bert eitt mál kom í dystinum, og tað gjørdi Schønning [...] Egill kom á vøllin, tá tað manglaði ein hálvur tími, og hann útnyttaði tíðina til fulnar, og vísti enn einaferð, at hann hevur serstakt máltev. Ikki so løgið, at 1. lið hjá VB, hevur havt Egill á bonkinum [...] deildarliðunum. Tað hevur verið vanligt, at tey feløgini, sum bæði hava 1. deild og 3. deild spæla á sama staði hvørjaferð, men soleiðis verður ikki nú. 1. deild hevði frí um vikuskiftið meðan 3. deild
Á fundi umborð á sluppini Høganesi 3. juni 1996 varð avgjørt at stovna áhugafelag, sum kundi stuðla upp undir kappsigling við føroyskumbátum. Undirskriftir vóru savnaðar á stevnunum, og talið á áhugaðum [...] kappsigling á bygdastevnum, - at samansjóða ymisk áhugamál viðvíkjandi sigling. Týskvøldið 1. oktober skipaði nevndin seg við hesum monnum: Formaður Regin Debess, á Toftum tlf. 48587, tiltakslimur Hermann á Líknagøtu [...] Andreassen í Kollafirði tlf. 21633. Hjalmar Joensen á Strondum tlf. 47196, tiltakslimur Jørleif Bech á Skála tlf. 41161. Á aðalfundinum 25. apríl 97 fekk sama nevnd heimild at halda fram við virkseminum: - at skipa
samband gjøgnum tfl. Í kvøld ringdi eg til telefonverkið og gjørdi vrøvl - 10 minuttir seinni ringdi Jógvan Martin Grástein, ið hevur ábyrgdina av internetinum - og gav mær annað nummar at ringja upp við. [...] samband, men nú fái eg ikki gjørt so nógv, tí eg siti heima við hús, og mesta tilfarið er sum vera man á Sosialinum. Men uppdateraður beiv Sosialurin so - ein roynd. Vónandi verður betur í morgin. Góðanátt
maðurin á miðvøllinum í staðin fyri Inga Rasmussen er Mikkjal Thomassen, sum í fjør var fastur fúsur á sentrala miðvøllinum. Í ár hevur hann verið úti í borðinum. Hagtølini Í fjør vann FS Vágar á heimavølli [...] deild, hvørjum hann stendur fyri, og hann hevur álit á honum. Ingi Rasmussen fekk gult kort mikukvøldið, og hann er leikbannaður í morgin, og Jógvan H. Samuelsen verður ikki við. Hann hevur verið burturstaddur [...] heldur Pjotr Krakowski. Hóast tað ongantíð var ætlanin, at hann skuldi spæla við, so hevur hann verið á liðnum í flestu dystunum, og tað verður hann eisini í morgin. Emil Hentze og Búgvi Joensen hava verið
hundrað prosents kjansum. Heðin á Lakjuni var á miðvøllinum, har hann í verjupartinum hevði til uppgávu at fylgja reikandi Magna Jarnskor, og Rógvi Jacobsen var nýggjur maður á vinstra vongverja. Serliga seinna [...] sligin ann, og á korterinum dømdu dómarin og linjuverjin, sum var staddur fimm metrar frá baklinjuni, fyri málið, og tað hóvaði als ikki klaksvíkingum og serliga KÍ málverjanum, Gunnari á Steig, sum so [...] sum ikki var at kenna aftur frá vánaliga avrikinum í steypadystinum ímóti NSÍ, fekk málverjin fatur á stútaranum frá Sámali Joensen, sum saman við Paula Jarnskor mannaði aftaru miðvallarplássini, meðan
smenninar, og á odda gingu nú løgtingsformaðurin og løgmaður. Framman undan vóru tað løgmaður og ríkisumboðsmaðurin. Eftir at Jógvan Ingvard Olsen hevði tikið við sum løgtingsformaður á ólavsøku 1995, [...] gingið verður á ólavsøku. Eg haldi, at tað er av sera stórum týdningi, at vit fáa lagt ólavsøkuskrúðgonguna í fasta legu, sigur Jógvan Ingvard Olsen. Men eyðsæð er, at hon má skipast á besta hátt fyrst [...] fyrst, leggur hann afturat. Jógvan Ingvard Olsen sigur, at broytast viðurskiftini, so kann skrúðgongan sjálvandi broytast, men hann heldur tað vera ein ósið at broyta hana á hvørjum ári. Í nevndini, sum
dið kemur Terji Rasmussen á odda fyri Moirae til Runavíkar at spæla til dans í ítróttarhøllini. Á tivoliøkinum fer mangt og hvat at henda. Hornorkestrið fer at spæla, Jógvan Ingvard Olsen fer at ghalda [...] Í kvøld byrjar stevna á eystara armi á Skálafjørðinum. Tað er NSÍ, sum skipar fyri Skálafjarðastevnuni, men felagið hevur boðið fimleikafelagnum Støkk, Forna og Høganesi at samstarva um stevnuna. Hetta [...] amsýning, og har fer Oyggjaleikalandsliðið at vera við. Skótarnir fara at hava teirra egna ískoyti á tivoliøkinum, sum fer at líkjast eini skótalegu. NSÍ skipar sum vera man fyri fótbólti og kappróðri
bankunum. Stórur munur á solvensinum Jonhard Eliasen, sum starvast í Landsbankanum, er ein av limunum í Eginpeningsnevndini. Á einum fundi á Hotel Føroyum mikudagin vísti hann á munin í solvensinum hjá [...] gott arbeiði. Jógvan Amundson vísir annars á, at í Føroyum eru ongi sonevnd stór virki. Vit hava í veruleikanum stórtsæð bara smá virki. Vit eiga eisini at minnast, at feløg verða sett á stovn bara við [...] álit, sigur Jógvan Amundson. Hann vísir at enda á nak-rar privatiseringsmøguleikar: P/F Føroya Banki, Atlantic Airways og Postverkið. Tummas Eliasen, ið starvast hjá Føroya Lívstrygging, vísir á, at føroyski
spældu javnt móti B68 á Svangaskarði. Fyri spælandi venjaran hjá FS Vágar verður tað eitt øðrvísi upplivilsi at fara til Sands at spæla. Piotr Krakowski var í nógv ár spælari og venjari á Sandi, áðrenn hann [...] vikuskiftið. Teir eru Rúni í Soylu, Frankie Jensen og Jógvan Jón Petersen, og ið hvussu er tveir av teimum vera við í morgin. Hávardur Johannesen, sum hevur spælt á høgra vongverja, er burturstaddur og verður ikki [...] árini hava vágalið tríggjar ferðir vitjað á Sandi, og tey hava ikki vunnið. Í 1992 endaði javnt 2-2 millum B71 og SÍF, og bæði í fjør og fyrraárið vann B71 á FS Vágum.