fyrireika seg til komandi kappingar. Ein av næstu og heilt serligu kappingunum er Oyggjaleikir, sum standa fyri framman. Oyggjaleikirnir eru eitt serligt høvi at vísa, hvat føroyskur ítróttur hevur at bjóða [...] Nú Tórsbreyt er uppstigað og aftur klár til venjingar og kappingar, eru ítróttarfeløgini eisini klár til oyggjaleikirnar. Hvirlan og Bragdið eru millum feløgini, sum hvønn dag brúka Tórsbreyt til venjing
valhølini í Íslandi lata aftur klokkan 22 íslendska tíð. Tað er klokkan 23 føroyska tíð. Hóast bert ein spurningur er á atkvøðuseðlinum, er ikki vist, at endaliga úrslitið verður greitt beinanvegin. A [...] kósina hjá landinum. Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka samráðingarnar um limaskap í Evropeiska Samveldinum uppaftur. Einki úrslit er enn, men íslendsku miðlarnir fylgja fólkaatkvøðuni [...] eingin munur er á ja- og nei-síðuni. Í einari kanning hjá Maskínu søgdu 51,3 prosent av teimum, sum høvdu tikið støðu, at tey ætlaðu at atkvøða ja. 48,7 prosent ætlaðu at atkvøða nei. Munurin er tó innan fyri
gjøgnum EBS. Ein óloystur spurningur er nú, hvat skal henda við formligu íslendsku umsóknini um ES-limaskap. Ísland søkti um limaskap í 2009 eftir fíggjarkreppuna. Samráðingarnar steðgaðu, eftir at ein ES-ivasom [...] skuldi taka limaskaparsamráðingarnar við ES uppaftur eftir ein steðg, sum hevur vart í meira enn tíggju ár. Um ja-síðan hevði vunnið, skuldi ein møguligur sáttmáli við ES leggjast fyri fólkið í einari nýggjari [...] hesum valskeiðinum. Hon metir ikki, at tapið er eitt álitisbrot móti stjórnarsamgonguni. Heldur vísir stóra valluttøkan, sambært henni, at fólkaatkvøðan var ein sigur fyri fólkaræðið. Forsætisráðfrúan útilokar
frítíðarhús í Hesti. Talan er um eitt øki á góðar 3.200 fermetrar í sunnara enda av bygdini. Ætlanin er at stykkja økið út í smærri grundstykki, um nóg stórur áhugi vísir seg at vera. Enn er eingin ítøkilig verkætlan [...] verkætlan gjørd. Tí er heldur ikki avgjørt, hvussu stór grundstykkini verða, hvat tey fara at kosta, nær tey kunnu verða klár ella hvørjar treytirnar verða. Kommunan vil fyrst vita, um grundarlag er fyri at arbeiða [...] vilja byggja frítíðarhús. Freistin at boða kommununi frá áhuga er 17. september klokkan 12. Fólkatalið nógv minkað Tað sermerkta við ætlanini er, at Hestur longu hevur nógv hús í mun til fólkatalið. Uppteljingin
hava gloymt, at flokkur hansara er sprottin úr fakfelagsrørsluni. Boðini til fakfeløgini eru greið, antin geva vit okkum sjálvboðið, ella verður tað gjørt við lóg. Hetta er ein álvarslig tíð fyri føroysku [...] at vilja flyta seg ein tumma. Fólkið á gólvinum mátti renna skjótari, meðan milliónir vórðu spardar í lønum. Ímyndið tykkum skilið, um tilbúgvingin tá var lógarfest?At hetta er ein tilætlað roynd at tøma [...] styrki hjá báðum pørtum. Verður tann styrkin tikin frá løntakarunum, er tað ikki longur ein fræls samráðing. Fakfelagsrørslan er bygd á samhaldsfesti. Og tá rættindini hjá einum fakfelagi verða hótt,
skulu kunna síggja, hvørjar heimasíður vit vitja, hvat vit lesa, og hvørjum vit samskifta við. Men tað er ikki tað, sum uppskotið snýr seg um. Talan er ikki um at goyma innihaldið í boðum, myndir, loyniorð [...] telefonnummar í einum ávísum tíðarbili. Soleiðis er ikki talan um at spora innihaldið. Eins og eitt telefonnummar ikki prógvar, hvør helt telefonini, prógvar ein IP-adressa heldur ikki, hvør brúkti sambandið [...] varð meldað. Endamálið er, at løgreglan skal kunna finna fram til fólk, sum millum annað gera seg kynsliga inn á børn á netinum. Orðið yvirvøka fær nógv at gerast ótrygg. Tað er væl skiljandi. Nógv ímynda
vinnuligari hvalaveiði, sum er lóglig sambært íslendskari lóggávu. Manningin á Bandero er eisini ákærd fyri vandamikla atferð á sjónum. Watson vísir ákærunum aftur og sigur, at eingin enn er ákærdur ella dømdur [...] próvtilfar er sambært løgregluni savnað, men roknað verður ikki við nakrari ákæru í næstum. Millum annað verður kannað, um ein netarest varð sett í skrúvuna á einum skipi. Sambært RÚV finst ein upptøka av [...] møgulig brot hjá hvalaveiðiskipunum. Hann nevnir millum annað ein hval, sum sambært honum varð raktur av fýra spreingiskutlum og livdi í umleið ein tíma eftir fyrsta skotið. Hetta eru ákærur frá Watson og
tað mong okkara, at ein prestur skal koma við slíkum útsagnum, sum eru so í andsøgn við tað, sum Harrin Jesus lærdi, tá ið Hann gekk her á fold. Og tað er sera álvarsamt, tá ið ein vegna teologiska tittul [...] viðmerkingum til teirra. Størstur av teimum er kærleikin ”So verða tey verandi, opinleikin, ymiskleikin og kærleikin, men størstur av teimum er kærleikin!” (Ó. Ey.) Hetta er partvíst endurgeving av orðum Paulusar [...] „Farið burt frá Mær, tit bannaðu, í hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar Djevulinum og einglum hansara!” Ein kærleiksfullur Gud Øll synd er álvarsom fyri tí heilaga og rættvísa Gudi, so álvarsom, at hon
burturúr. - Hetta var ein kostskúli, har køkur og matgerð fyltu nógv, og her lærdi tú eisini hondarbeiði og ymiskt annað. Jú, vit lærdu nógv. Tær eru samdar um, at hetta var ein avbera góður og vælskipaður [...] Højskole, sum varð grundlagdur longu í 1867. Skúlin er nógv broyttur gjøgnum árini, og í dag kallast hann Skole for Gastronomi, Musik & Design. Skúlin er framhaldsdeild fyri 9. og 10. flokk, og føroyskir [...] nógv varð gjørt burtur úr samanhaldinum á skúlanum, og tær eru ivaleysar um, at tað ikki minst er hetta, sum er orsøkin til, at tær hava hildið saman øll hesi mongu árini síðan. - Vit hava hildið sambandið
arbeiðis, og nevnir trý dømi um, hvat ein líknandi stuðul kundi givið við 200 skúladøgum um árið: Ein næmingur úr Havn, sum gongur til tekniskan student í Klaksvík: 8.580 krónur . Ein næmingur úr Oyndarfirði á [...] Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, sum hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um ferðing hjá lesandi og lærlingum. Hann vil hava greiði á, hvussu nógv ferðast [...] í Føroyum, hvussu langt tey hava at fara, og hvussu nógvar dagar um árið tey skulu møta. Endamálið er at fáa eitt grundarlag fyri møguligum lógaruppskoti um ferðastuðul til lesandi og lærlingar á skúlaparti