sjógvin, er seksti fimm ár eingin aldur. Tað heldur Mortan Johannesen, fyrrverandi skipari, skipaeigari, alari og seinastu árini útróðrarmaður, sum fylti seksti fimm mánadagin 17. september. Mortan er giftur [...] kastar og heintar, og hvørja ferð er spenningurin, um nakar fiskur man vera at fáa, líka stórur. Kenslan av at føla tað liva millum fingrarnar, tá fiskur, sum komin er dekkið, verður krøktur av húkinum [...] Tvíburar. Tað er ikki tað sama nú, sum tá eg sum 27 ára gamal byrjaði at føra skip. Men eg kann ikki klaga, tí eg havi tað gott og føli meg væl. Mortan roynir bara við snellu, og hann er altíð einsamallur
Tað er ilt at meta um og sum ein bankastjóri førdi fram, so er neyvasta vísindin bakklókskapur.Men innan alinvinnuna eru fleiri støður, eg síggi fyri mær. Sjúkan er eitt. Annað er, at prísurin er undir [...] taka stig, eisini ótradtitionell stig. Eg eri samdur við Harlou, men hvat er alternativið, spyr Bjarni Djurholm. - - Tá ILA-sjúka er, so eru skipaðar mannagongdir. Norksa skipanin og skotska skipanin. Norska [...] alivinuna, og harvið landsbúskaparliga, er støðan álvarslig. - Lítið skal til, at alt lessið koppar og vit eru í trongum skóm, sigur landsstýrismaðurin. - Hvussu nógv aling er eftir í Føroyum komandi vár, tá
at velja tað økið, sum er betri egnað til aling. - Um tað tá vísir seg, at vit kunnu brúka økið, fara vit at seta fisk í ringarnar til várs. Vísir tað seg hinvegin, at aldan er og høg, noyðast vit at rigga [...] Salthøvda og eitt á sjálvari Sandsvág. - Vit fara at kanna bæði økini gjøgnum veturin fyri at vita, hvat økið er best egnað. Hetta merkir, at vit fara at leggja ringar út í báðum støðum við ongum fiski í, og [...] rigga av aftur. Hann segði við Rás2 í dag, at trupulleikin við Sandsvág er, at her er ein innsigling. - Ein viti stendur á pierinum á Sandi, og tí vil Landsverk ikki hava okkum at leggja aliringar á Sandsvág
Tað er ikki á hvørjum degi, at nýtt sethús verður bygt her í bygdini. Eftir at tunnil varð gjørdur til bygdina, er kortini líkt til at áhugi er fyri at búseta seg her í vestastu bygd okkara við vegasambandi [...] hagani frá er lætt hjá gravimaskinum at koma til grundøkið. Má upplivast At flyta til eina so fjarskotna bygd sum Gásadal er ikki ein avgerð, ið verður tikin yvir náttina. Tá Gunvør, sum annars er friðarlig [...] fylgja við, tá enn ein familja fer undir at byggja sethús í Gásadali. Økið er avsett og pelarnir vísa, hvar hetta grundøki er, higar Gunvør Ehlers og børn hennara ætla sær at seta búgv. - Eg havi altíð
økinum fram við Sundalagnum, er ikki vist, at tann uppgávan er so løtt. Tann stóri spurningurin, sum ein kann seta sær eftir samrøðuna við Árna er nevniliga: Hvar býr hann - er tað í Nesvík, Streymnesi ella [...] útoyggjunum, har vandi er fyri øskukulda. Tað eru ikki mong árini síðani teir báðir seinastu menninir fluttu úr Víkarbyrgi, soleiðis at henda bygdin í dag er útdeyð, hóast gott vegasamband er til bygdina. Sp [...] meðan fólkið sunnanfyri søgdu, at eg var úr Sundhøvda. Tað er, sum um navnið Sundhøvdi ikki er sligið rættiliga ígjøgnum har norðuri. - Men nú er onkur byrjaður at kalla hetta økið fyri Sundhøvdi, sigur
hátt. Snøgt sagt: »Er tað lívsgrundarlag her fyri tað fólkatal, ið er her og ikki minst tann livistandardin, ið vit hava«? Fiskivinnan og aling er í dag tað stóra grundarlagið. Hettar er einsamalt tó ov lítið [...] u okkara »fiskivinnuni« Hvat kunnu vit vænta? Einasta vit vita um olju við Føroyar er at tað er ein ávísur áhugi at fara undir leiting á økinum ímillum Føroyar og Bretland. Er ein heppin so finst olja [...] summarvirksemi nógv ár framm. Tað, sum nú ræður um, er at byrja leiting við Føroyar. Tað er skeivt at bíða eftir marknaðarloysnini, tí tá í markið er avgreitt verður eingin áhugi at leita í nánd av Føroyum
har fitt av gassi er. Sostatt er prógvað, at vit hava eina virkna olju-og gass framleiðslu í føroysku undirgrundini og allarhelst stór kommersiell økir. Oljan er her, men okkara lóggáva er framvegis ikki [...] stóru kundarnar hjá SEV brúka, biligari er streymurin hjá teimum, so tað er bara at koyra á. Okkara viðbrekni búskapur er gísli hjá altjóða oljumarknaðnum. Tíðin er kanska komin, at vit koma í ta margháttligu [...] leiting á okkara øki. Hvat er status i dag á orkuøkinum? Vit eru greið yvir, at vit mugu sleppa burtur úr fossilum orkukeldum, og vit siga, at vit skulu verða grøn í 2030, men tað er næstan bara SEV og
Rokni ikki við at míni evnir røkka til at sannføra Hermann um, hvat er rangt og rætt. Tað er ikki tí, hettar brævið kemur. Vildi fegin sloppið undan at skriva brævið, men ein kann illa geva ósannindum [...] íløgu, tekur hon hædd fyri skatti og avgjøldum. Er skattur lægri í einum stað, so verður úrslitið - alt annað líka - hareftir. Hettar er so líkamikið hvat Hermann so velur at brúka av lýsingarorðum um [...] hon rindar í dag. Hettar er beinleiðis skeivt. Tað er ótrúligt at hettar uppáhald verður ført fram - aftur og aftur - ja kanska fer tað at hepnast at fáa fólk at trúgva, at tað er tað, sum varð skrivað og
verið nógv vaksandi. Annars er sílamarknaðurin sera svingandi sigur hann. Laksurin er nógv meira støðugur. Fiskaaling hevur bara loyvi at ala lívfisk. So tað er eingin vanlig aling sum so til tøku í Hesti [...] Talan er um bæði laks og síl. Av øðrum arbeiðsplássum er lítið til í Hesti. Onkur rør út. Annars fara fólk av oynni til arbeiðis, siga hestfólk. Alistøðin hjá Partafelagnum Fiskaaling í Hesti er onnur [...] felagið hevur, sigur Símun Joensen, stjóri á Fiskaaling. Hin støðin, sum er høvuðsstøðin, er lívfiskastøðin í Skopun. Støðin í Hesti er líkasum ein trygd, um okkurt skuldi borist á í Skopun. Klók høna verpur
borðinum hjá kundanum. Men tað hava vit ikki. Vit granska alt ov lítið í aling. Spurningurin er, um vinnubygnaðurin er heppin. Ognarskapurin er savnaður á fáum hondum, og vit síggja monopol-eyðkenni, so sum vantandi [...] Sjógvurin kring Føroyar er eitt aliparadís. Hitin er júst tann rætti. Streymviðurskiftini júst tey røttu. Og mangir aðrir smálutir gera, at vit eiga eitt satt feitilendi fyri fisk. Vit hava dugað væl at [...] og varðveitt langt inn í framtíðina. Alingin gongur væl og tað er at fegnast um. Ymsar orsøkir eru til tess. Fyriskipanin og lóggávan er sterkari og fyritøkurnar eru vorðnar dugnaligari. Fortreytirnar