við Sebastian í einum lagi. At Aldubáran altíð borgar fyri góðsku er alment kent. Hetta eru okkara bestu klassisku tónleikarar, og tað er við bivandi hjarta, at eg fari undir at skriva um tey. Hóast tey eru [...] umframt at hann hevur skrivað tónleik til eitt ótal av sjónleikum, sangleikum, filmum og øllum møguligum øðrum. Tað man tí vera ómetaliga torført hjá Sebastian, at gera eina spæliskrá uttan at skuffa onkran [...] løgini, og tú kundi ikki latað vera við, at hugsa hvussu henda røddin, kundi megna at syngja so inniligt og rørandi. Mest rørandi løtan var framførslan av “Du er ikke alene”, ið hann ognaði vinmanni sínum
eru førir fyri at fata tað til fulnar, er bókin so væl skipað og frágreiðingarnar so pedagogiskar, at øll, sum væl og virðiliga duga at lesa í bók og eru nóg forvitin, fáa stóra gleði av at lesa hana, og [...] Frá Thales til Big Bang og eitt sindur afturat .... Sum heitið sigur, er bókin um almenna stjørnufrøði. Hon er bygd soleiðis upp, at hon í søguligum høpi lýsir tey ómetaligu framstig, ið eru gjørd hesi 2500 [...] næsti at gera um seg er týskarin Johannes Kepler. Hann gjørdist hjálparmaður hjá Tycho Brahe, og ognaðist hansara virðismiklu mátingar eftir at Tycho doyði. Tað eydnaðist Kepler at staðfesta, at gongu
summarnáttin, veikt hon dregur andadráttin” og ”Nú hitar sólin bjarta land og hav”. Báðir sangirnir eru úr Ást. Summarnáttin er ikki nógv kendur, tí hann er ongantíð sungin offentliga, men hann er yndaður av [...] mars, hann er hugtakandi. Tað angar av gróðrarmold, alt er so frískt og vónríkt. Tjøldrini láta í teirra skundisligu ferð gjøgnum loftið. Serliga hálvmyrk várskvøld at hoyra tjøldrini láta, tað er eitt vælsignað [...] ongantíð nakað víðari. Eg hevði hug at vraka hann, men Kristin bróður hevði so ”gott eyga” – ella rættari oyra á honum, at hann bleiv ikki burturtveittur, men hann er einki kendur. Tá mín kæra Johanna og
tingsalinum. Tað er ongin ivi um, at hon bæði tann dagin, og nógvar dagar og ár seinni, hevur slóðað fyri kvinnum í tingsalinum. Marita Petersen var ein fyrimynd fyri nógvar kvinnur. Tað er hon enn í dag. Og [...] við sum løgkvinna, segði hon millum annað soleiðis á tingsins røðarapalli: “Tað kann ikki sigast, at tað eru í góðum tíðum, at eg taki við hesum starvi. Og ikki ber til at lova, at tíðirnar eru betri, tá [...] tá hetta skeiðið er úti. (…) Í hesum døgum verður nógv gjørt við at hyggja aftureftir fyri at finna feilir, fyri at finna orsøkir og fyri at finna syndarar. Feilir eru gjørdir. Ongin ivi um tað. Men okur
hendan – at vera best í onkrum, øvundsjúku og at vísa kenslur. Tað sermerkta við hesi bókini er, at hon er óvanliga lættskilt fyri málbólkin, samstundis sum bókin skapar eina frástøðu til evnið við at lata [...] ikki bara tí tað er gott, men eisini tí bókin yvirhøvur verður ummæld í einum av stóru donskum dagbløðunum. - Forløgini eru mong í tali og barnabókaútgávurnar í Danmark eru nógvar, og tað er verri enn so allar [...] nýggja føroyska forlagnum, Torgard, fær góð ummæli í Politiken og fra Dansk BiblioteksCenter. Talan er um myndabókina ”Stór skrímsl gráta ikki”, ið føroyska Rakel Helmsdal, svenski Kalle Güettler og íslendska
gjørt av at stuðla tiltakinum hjá Rotary International til at hjálpa teimum neyðstøddu á Filipsoyggjum við ”shelterboxes”, sum tað verður rópt. Tórshavnar Rotary Klubb sigur, at ein ”shelterbox” er ein l [...] liðugtpakkað minibingja. Í henni er eitt sterkt og gott tjald, sum kann hýsa 10 fólkum. Í bingjuni er annars vatntangi, tablettir at reinsa vatn við, termoseingjaklæði, kókiútgerð og mangt annað. - Útgerðin [...] av heiminum, hon verður brúkt. Tey, sum ”búgva” í tjaldinum, hava góðar møguleikar at lívbjarga sær í einar 6 mánaðir har. Ein slík bingja kostar umleið 5.500 krónur. Lagt verður aftrat, at "shelterboxir"
lærusveinarnar. Hon gjørdist soleiðis fyrsti kristni boðarin um hesa stórhending Tað er tá, at hon fer stórleypandi aftur til lærusveinarnar, og sigur teimum, at hon hevur møtt Jesusi, og at hann er upprisin [...] til, at hesin bert 24 ára gamli maðurin, hvørs gerandisdagur var so nógv øðrvísi enn hjá teimum flestu, kortini megnaði at skriva ein so góðan og so avhildnan sálm? Eitt er at duga at fáa orð at ríma. [...] fólki. Sagt verður, at neyðugt er ikki at hava lisið nógvar síður, fyrrenn ein sær tann kristna reyða tráðin í øllum bókunum. Johan skammaðist nevniliga ikki við at siga og skriva, at hann var trúgvandi
Løtan er lagalig beint nú, tí øll vænta, at okkurt fer at henda. Stóri spurningurin er so, hvat vit brúka løtuna til, og um vit brúka hana rætt? Kreppan fyrst í 90´unum Eftir mong ár við naggatódn, har [...] samfelagnum kendist tað sum um, at øll vóru við til at gjalda fyri kreppuna. Skútan kom á rættkjøl. Kundi eisini nevnt, at tað var henda sama samgongan, sum fekk Samhaldsfasta upp at standa og setti á stovn Als [...] Men hvussu er nú? Taka vit orðini um at gagnnýta eina kreppu til okkara, so áttu vit eisini at fingið okkurt skilagott burtur úr kreppuni, sum rakti okkum 2008. Vit áttu í hesum tíðum at gjøgnumført
osialinum er fyrsti partur í eini røð um lívið hjá tí skjótt 92 ára gamla Evald Johannesen í Fuglafirði. Tá ið hann var fimm ára gamal mátti mamman sendast til Danmarkar vegna sjúku, og hon kom ikki heima [...] aftur fyrr enn hon doyði mong ár seinni. Evald kom væl undan. Tað vóru góð fólk uttan um familjuna. Evald fór til skips og seinni í smiðju, sum bleiv hansara lívsstarv. Hann var við til at fáa trolarar til
tað er tí, at nógvir ”kristnir” føroyingar hava úr gera við at rópa upp um kristindóm og siga øðrum fólki hvussu tey skulu bera seg at, um somu tíð sum teir hava gjørt ein ógerning, sum eitt nú at renna [...] and run”). Av tí at meirilutin av føroyingum kalla seg kristnar eru stór sannlíkindi fyri, at hesir skaðar eru gjørdir av ”góðum” trúgvandi. Ein moralsk sannføring – uttan mun til um hon hevur røtur í átrúnaði [...] tá tey skulu koyra út úr parkeringsplássinum. Góð siðvenja í slíkum vanligum og meinaleysum óhappi er at skriva sær nummarið upp á nummarplátuni á árenda bilinum – kanska eisini leggja ein lepa við egnum