altjóða dyst, og ikki minst tá tú skalt spæla 10 móti 11 í ein hálvleik. Men í morgin stilla allir hesir menn upp til stóra dystin millum HB og B36. Tað snýr seg um FM-gull, prestisju, uppreisn og ikki [...] áðrenn tað kundi koma uppá tal at venja slíkt felag sum HB. Men eg eri ikki bangin fyri at taka av hesi uppgávuni. Eg kenni felagið sera væl og havi fingið stuðul frá spælarunum, sigur hann. Oddbjørn Joensen [...] sigur Tummas Eli Hansen, liðskipari hjá B36. Vit hava allar mans tøkar til dystin í kvøld, so vit stilla við sterkastu manning. Bæði hjá HB og B36 stríðast menn við at koma yvir landsdystin sunnudagin.
kring landið eina hjálpandi hond.« Laura Joensen tók vegna Grímu móti heiðursbrævinum og einum kekki upp á 10.000 krónur, sum fylgdi við. Eftir at Laura Joensen hevði takkað fyri heiðurin, framførdi Gríma [...] grundgevingini, sum Eyðun Andreasen las, verður sagt: »Millum tey ungu skaldini, ið taka seg fram hesi árini, hevur Petur Jensen, við øðrum yrkingarsavni sínum, vunnið sær eitt støði, sum óivað fer at [...] elskaði, og tað var ikki so lítil frammíhjárættur. Hann segði, at tá hann yrkti, leitaði hann eftir tí stilla og friðarliga. Men yrkingin mátti gerast við orðum. » Og orð hava ofta lyndi til at bróta hetta
forsetin Lyndon B. Johnson, sum í mars í 1965 sendi ta fyrstu herdeildina til Vietnam, avgjørdi ikki at stilla uppaftur. Amerikanskt felag At Kim Hai eitur Nguyen (úttalast »nvyen« ) til eftirnavn er ikki so [...] kundu koma umborð,« sigur Kim Hai. Skiparin segði teimum at tað var í evstu løtu at tey vóru tikin upp, tí eitt óveður var á veg. Tá skipið kom til Singapore vóru flóttarfólkini koyrd til eina flóttarfólkalegu [...] sæð, sigur hann, at hann hevði væntað at sæð eitt land í framgongd, og at tað eisini er hent nógv í hesi fimtan árini. Hann leggur afturat, at livikorini eru væl betri enn hann hevði ímyndað sær, men at
Fótbóltssambandið tekur undir við øllum hinum europeisku fótbóltssambondunum, sum ætla at stilla svenska UEFA formannin upp til hægsta fótbóltssessin í heiminum: ? Vit stuðla Lennarti Johansson av fullum huga [...] fjórða hvørt ár frá FIFA. Og sviin veit, hvar hann skal fáa allar hesar pengarnar frá. UEFA hevur hesi seinnu árini sjálvt staðið fyri sølu av sjónvarpsrættindum og lýsingum í sambandi við EM, og teir [...] rættindini í sambandi við HM endaspølini til privat feløg, og tað er aftur og aftur komið fyri, at hesi hava vunnið eina rúgvu av pengum. T.d. var yvirskotið eftir HM endaspælið í USA í 1994 ógvuliga stórt
1990 at fara upp í politikk. Tað gekk bæði skjótt og væl. Hann var biðin um og játtaði at stilla upp á Fólkaflokslistanum, men tá Sambandsflokkurin hoyrdi hetta, bóðu teir Finnboga stilla upp fyri Samba [...] trupulleikar, eitt nú hava nakrir tinglimir ongan flokk hava at stilla upp í, eins og óvissa ræður í øðrum flokkum um, hvør skal stilla upp. Fleiri tinglimir syngja uppá síðsta vers, og tí tíma teir ikki [...] sat í andstøðu. Vend í tá Pauli stillaði upp aftur Tað broyttist tí fullkomiliga tá valstríðið byrjaði í 1995. Tá ynskti flokkurin at stilla Paula Ellefsen upp aftur, og tað førdi við sær, at flokksleiðslan
seinasta leygardag greiðir Finnbogi Arge sjálvur sera gjølla frá hesi miseydnaðu kvettroynd. Hann sigur, at hann hevði játtað at stilla upp fyri Fólkaflokkin og var á tí listanum. Í seinastu løtu avgjørdi [...] um hansara áskoðan á føroysku samferðsluna. Tvørtur ímóti haldi eg okkum verða stórt sæð samdar um hesi viðurskifti. Ætlanin var at vísa á, at meðan løgtingsmenn fyrr frá løgtingsins røðarapalli viðgjørdu [...] meg nógv meira, at Atli Hansen endar sína grein við at taka fult undir við og lyfta Finnboga Arge upp til skýggja.
16% á vali. Og danir taka hetta í so stórum álvara, at vanligt er, at eisini politisku flokkarnir stilla upp til kirkjuráðsval í teimum størru býunum. Men tað krevur ábyrgd at sita í slíkum starvi. Uppgávurnar [...] áhugin fyri hesum starvi speglast aftur í valluttøkuni, tá val er til kirkjuráðini fjórða hvørt ár. Hesi val eru skipað eins og kommunu- og løgtingsval, men luttøkan er at kalla eingin. Seinast, tá val var [...] hevur tikið drúgva tíð og kravt nógva orku. Tær kreftir, sum brúktar hava verið í føroysku kirkjuni hesi seinastu seks-sjey árini, hava verið brúktar til ytru karmarnar í kirkjuni. Og nú tykist vera komið
Landssjúkrahúsinum so lítið av peningi, at neyðugt var at stongja ávísar deildir. Og hann ætlaði sær ikki upp í tað kórið, sum bara lovaði í eyst og vest, men ikki dugdi at fíggja lyftini. Tað fór einki lyfti [...] ómøguligt hjá einum brekaðum at ferðast við strandfaraskipunum, segði Ernst Hansen. Tað gongur mangan upp hjá teimum, sum annars klára seg sjálv, segði hann. Ernst Hansen helt, sum fleri onnur, at pengar eiga [...] var bara at broyta avgerðina um at stongja Pensionatið. »Tað er ein ómenniskjanslig gerð at koyra hesi fólkini út,« segði Thordur Niclasen. Hann vísti á, at í New York, sum hann nýliga hevur vitjað, bar
afturvaldur, og er hann sostatt tilsamans valdur tíggju ferðir til formann í felagnum. Tá freistin at stilla upp var úti klokkan 16 mánadagin, var bara eitt valevni uppstillað. Tað var verandi formaðurin, Óli [...] ótrúliga góða undirtøku frá sínum limum, sigur hann. Óli Jacobsen sigur, at tá hugt verður aftur á hesi árini, kann hann bert siga, at tey hava verið til gleði. Hann hevur verið umgyrdur av einum skara [...] mótvegis fiskivinnu. Og nevnd er sett, har millum aðrar Óli Jacobsen fer at taka hendan spurningin upp. Óli Jacobsen hevur áður sagt, at tá hetta valskeiðið er av, fer hann at taka seg úr politikki. Og
virðing úti í heimi. Sum sungið verður um hesi fólkini, so liva tey ei í søgum, sum teir, ið brutu garð. Tey, sum við stríði og strevi fyri dagliga breyðinum bygdu upp garðarnar, ið seinni komu at standa sum [...] tað, okkum í dag úti í heimi dámar so væl at reypa av sum okkara sermerki. Men livdu tey bara sítt stilla lív, uttan at larma og gera um seg, so var eingin, sum legði merki til teirra, tíansheldur mintist [...] mentamenn. Ofta menn, sum høvdu ytru umstøðurnar við og ikki ímóti. Men hin vanligi føroyingurin, sum vaks upp í tí smáa og sjálvur mátti stríða seg til tað, hann nú einaferð kundi, verður gloymdur. Og tað hóast