verkfall úr amboðskassanum hjá fakfeløgum og letur upp fyri diktaturi innan arbeiðsviðurskifti. Verkfalsrætturin er grundarlagið undir frælsum samráðingum og eitt av týdningarmiklastu amboðunum í fólkaræðinum [...] Heilsuhjálparafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er trupult at finna limir, ið ikki eru fevndir av hesi tilbúgving. Okkara limir arbeiða allir við teimum veikastu, og lógarfest tilbúgving [...] eru vunnin gjøgnum felags stríð, samhaldsfesti og viljan at standa saman. Verkfall er eisini eini vunnin rættindi, ið okkara forfedrar góvu blóð, sveitta og tár fyri. Eingin fer í verkfall til stuttleikar
hondskrift hjá ommuni og meðan heimurin telur hermenn rakettir og kilometrar telur ein mamma dagarnar síðan sonurin ringdi kríggið hevur einki hjarta tað kennir ikki mun á einum sigri og einum tapi tað dugir [...] ljóði sum fær hús at skelva áðrenn dagurin er vaknaður vindeygu brotna og náttin dettur inn á gólvið í undirgrundini stendur eitt barn og teknar sólina á ein gráan vegg mamman troystar barnið sigur at alt [...] markið sita aðrar mammur og bíða eftir synum sum Russland sendi inn í eitt kríggj teir ikki sjálvir valdu teir skriva heim at teir hava tað gott hóast moldin er vorðin teirra song og óttin teirra einasti vinur
gunum aftur og kalla tær »avgjørt ósannar«. 9. august: FIFA fordømir á sosiala miðlinum X tað, sum sambandið kallar royndir at undirgrava FIFA og forsetan við »óskjalprógvaðum pástandum og próviliga følskum [...] Síðani hevur ófriðurin kring altjóða fótbóltssambandið og forsetan Gianni Infantino bara tikið dik á seg. Infantino hevur tikið ætlanina aftur og biðið um umbering, men fleiri stór fótbóltssambond siga [...] er til reiðar at boykotta HM og aðrar FIFA-kappingar. Concacaf tekur undir við atfinningunum, men hóttir ikki við boykotti. 31. juli: Asiatiska AFC tekur undir við UEFA og Concacaf. Carlos Cordeiro, ráðgevi
fyrstu smáu tíggju minuttunum – var omaná. Víkingarnir arbeiddu væl og nógv, og tað bar støður í KÍ brotsteiginum og málmøguleikar við sær, og lítla løtu undan steðginum fegnaðust tey í ljósabláu leguni um [...] brotsteiginum, og tað sang í netmeskunum. KÍ tveitti alt fram, og einaferð bjargaði Ingi Arngrímsson á málstrikuni, og eina aðra ferð stórbjargaði Bárður á Reynatrøð. Jóhan Petur Poulsen og víkingar, ið [...] uppibornan finalusigur. Í kvøld hittust Víkingur og KÍ aftur í finaluni um løgmanssteypið. Aftur var úrslitið 2-0, og nú er tað Víkingur, sum er steypavinnari, og sigurin er so søtliga uppiborin. KÍ varð roknað
vitan, tilviti, drúgvum royndum á sjógvi og landi og greiðum hugsjónum. Hann var væl lisin, fylgdi væl við og varðveitti sín stóra áhuga fyri trúar- og vinnulívi og samfelagsviðurskiftum til tað seinasta [...] við hesum rúgvis- og virðismikla tilfari, tað einasta av sínum slagi. Nú Olaf er farin og sameindur við síni kæru og vinir í ævinleikanum, stendur eftir hann eitt langt og virkið lív og eitt stórt íkast [...] virðing og takksemi. Vit takka honum fyri hansara risa arbeiði fyri føroyskum vinnulívi og fyri trúfesti móti flokkinum og fyri politiska arbeiðið og avrikini. Tankar okkara eru hjá familjuni og øllum teimum
væl meiri á bóltinum og meiri í álopsstøðu, og tá vóru fleiri spentar støður í B36 brotsteiginum, men miðverjan við Mattias Weihe Joensen og Heina Vatnsdal blokeraði fleiri ferðir, og einaferð bjargaði Heini [...] ímóti dystarloki tók Ingi søkina í egnar hendur, og tá eydnaðist honum at fáa bóltin framvið Silasi Eyðsteinsson í B36 málinum, men bólturin brast í stólpan og fór so av vøllinum. Bogi Reinert-Petersen [...] Meistaradeildini. Tað vóru góðar støður og onkur góður møguleiki, men tá ið Dagfinn Forná bríkslaði fyri síðstu ferð vísti máltalvan framvegis 0-0 millum Víking og B36. Hetta var sama úrslit, sum tá ið liðini
menna ungar kokkar og geva teimum møguleika at royna seg í einum fakligum og altjóða umhvørvi. AYC gevur teimum bæði fakligar avbjóðingar og íblástur og samstundis møguleikan at hitta og kappast móti ungum [...] fakligan dugnaskap og sjálvandi smakk. Á tann hátt er AYC meira enn ein kokkakapping. Tað er ein pallur, har ungir kokkar kunnu kanna okkara matmentan og tilfeingi og við hugflogi og fakligari vitan vísa [...] fyri ungar kokkar úr Føroyum, Íslandi, Norra og Grønlandi. Endamálið er at menna næstu ættarliðini av kokkum og samstundis seta fokus á matmentan, rávørur og tilfeingi úr arktiska økinum. Í Føroyum varð
løgtinginum fleiri ferðir og hjá alskyns myndugleikum aftur og aftur, nú heldur fram, sigur Linjohn Christiansen. – Hetta sær út sum, at fólk nú taka sakirnar í egnar hendur, sigur hann. Frihedsbrevet [...] vita frá serkønum, at tað kundi staðið stórur skaði av hesum. Har varð reinsiútgerð og annað, sum koyrdi hasa náttina, og tá einki vatn kom í, kundi tað væl gjørt skaða fyri nógvar pengar, sigur Linjohn [...] størri nøgdum. Ætlanin var at fylla tveir nýggjar brunnar á smoltstøðini. Teir taka um 5.000 tons hvør, og sambært Frihedsbrevet skuldi vatnleiðingin geva um 150 tons um tíman. Men tá arbeiðsfólk komu aftur
send til SSI og verða partur av kanningunum, sum stovnurin fremur av øllum nýføðingum í danska ríkinum. Blóðroyndirnar og dáturnar eru tøkar til kanningar hjá SSI í upp til 12 mánaðir, og síðani verður [...] sjálvi hava bæði PKU-kortini og tilhoyrandi dáturnar í okkara varðveitslu. Tað gevur okkum betri yvirlit og lættari atkomu, at vit hava alt tilfarið frá føroyingum savnað, og at vit sjálvi umsita nýtsluna [...] endamál: Fyri barnið og familjuna: Royndirnar kunnu brúkast til ískoytiskanningar í sambandi við sjúkuviðgerð. Góðskutrygging: Royndirnar kunnu brúkast til at góðskutryggja kanningina og til at menna nýggjar
følskum sms-boðum og svikroyndum vaksið munandi. Serliga seinasta mánaðin eru álopini vorðin fleiri og snildari. Boðini kunnu síggja álítandi út, og svikarar kunnu bæði misnýta nøvn og fáa tað at síggja [...] ella gjalda fyri eitthvørt. Samleikastuldur og fíggjarlig tap Fleiri føroyingar hava trýst á leinkini og latið persónligar upplýsingar í góðari trúgv, og í summum førum hevur hetta havt fíggjarlig tap [...] Føroyar og politiið saman um at ávara allar føroyingar. – Vit heita staðiliga á øll um at steðga á og hugsa seg um, tá ið tey fáa eini óvæntað sms-boð, hóast boðini kunnu síggja bæði ektað og álítandi